Ítróttarsamband Føroya hevur í morgun mælt til at steðga øllum ítóttarvirksemi, nú tiltøkini viðvíkjandi Coronavirusinum eru herd.
- Venjingar, dystir, kappingar og annars øll tiltøk í føroyska ítróttaheiminum – bæði innandura og uttandura – eiga at steðga fyribils í tvær vikur í øllum deildum og aldursbólkum.
- Vit hava øll møguleika at taka ábyrgd, tí hvør einstakur kann gera sítt til at minka um smittuvandan. Eg heiti staðiliga á føroyska ítróttaheimin um, at taka støðuna í størsta álvara. Um vit vísa samfelagssinni og rættan hugburð, so megna vit nógv í hesi truplu støðu.
Hetta sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.
Badmintonsambandið hevur longu boðað frá, at alt virksemi verður niðurlagt komandi tíðina. Flogbóltsfelagið Mjølnir í Klaksvík hevur gjørt tað sama.
Higartil hava NSÍ, KÍ, EB/Streymur og TB boðað frá, at øll ungdómsvenjing steðgar. AB, FC Hoyvík og MB hava meldað út, at øll venjing steðgar. Hetta skrivar B36 eisini. Hitt stóra havnarfelagið, HB, fer ikki at hava ungdómsvenjing komandi 14 dagarnar. Frá Havnar Bóltfelag frætta, at í løtuni verður bíðað eftir útmelding frá FSF, um hvat fer at verða gjørt við vaksnamannafótbólt
Í gjárkvøldið boðaði Fótbóltssamband Føroya frá, at tvey tey fyrstu umførini í Betrideildini verða leikt uttan áskoðarar. Hetta kann verða broytt. Christian Andreasen sigur nú við Kringvarpið, at væntandi verða nýggjastu tilmælini fylgd, og at umførini verða útsett.
1. deild hjá monnum er farin í gongd, og Betrideildini hjá kvinnum byrjar um tíggju dagar. Hesar deildir verða eftir øllum at døma eisini raktar.
Vit frætta frá FSF, at støðan skal nú viðgerðast, og at ein almenn fráboðan kemur seinni í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald