Fótbóltur

Fótbóltsskúli í Klaksvík í fagrastu líkindum

Fríggjadagin og leygardagin luttóku 125 børn á fótbóltsskúla í Klaksvík.

(Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

(Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

2023-06-26 12:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Saman við KÍ, B68, AB og HB, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri í alt fýra fótbóltsskúlum í summar. Tann fyrsti var í Klaksvík um vikuskiftið, har 125 børn luttóku.

Fyrsti fótbóltsskúlin var á Másheyggi og við Djúpumýru, og í allar bestu líkindum, fingu tey 125 børnini dygdargóða venjing frá millum annað kvinnunum og monnunum, ið mynda fremstu liðini hjá KÍ, skrivar FSF.

Næsti fótbóltsskúlin verður Inni í Vika á Argjum vikuskiftið 6. og 7. juli, og freistin at tekna seg er mánadagin 3. juli.

11. og 12. august verður fótbóltsskúli í Gundadali, og tá er freistin at boða frá luttøku týsdagin 8. august.

Fótbóltsskúlin á Toftum verður skipaður í tveimum. Mikudagin og hósdagin, 2. og 3. august luttaka U11 og U13, meðan fótbóltsskúlin fyri U7 og U9 verður fríggjadagin og leygardagin, 4. og 5. august. Tilmeldingarfreistin til fótbóltsskúlarnar á Toftum er 29. juli.

Fótbóltsskúlarnir eru ætlaðir børnum, bæði gentum og dreingjum, sum spæla í U7, U9, U11 og U13 aldursbólkunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder