Nú er greitt, at fótbóltsskúlin, ið Fótbóltssamband Føroya árliga skipar fyri í samstarvi við feløgunum, í ár eisini verður í Klaksvík.
Fríggjadagin og leygardagin, 23. og 24. juni verður Djúpamýra í Klaksvík karmur um fótbóltsskúlan. Hesin skúlin er ætlaður børnum og ungum í aldursbólkunum U7, U9, U11 og U13 hjá bæði gentum og dreingjum.
Tilmelding fer fram í Nethandilinum á fsf.fo, og freistin at boða frá luttøku er týsdagin 20. juni.
Nógv venjing, matur, t-troyggja og ein bóltur, sum verður latin luttakarunum, er íroknað prísinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald