
Eli Simonsen og Ronnie Thomassen verða í dag gestir hjá Trygva Absalonsen í Fótbóltsskýlinum, sum verður sent á FM1 hvønn fríggjadag.
Nógv er at tosa um. Víkingur tapti týsdagin í seinna dystinum móti Lincoln Red Imps úr Gibraltar og er úti av Champions League, og hjá NSÍ fór alt fyri mutur og skutur í seinna dystinum móti finska høvuðsstaðarliðnum HJK.
Hiti og reytt kort gjørdu seg millum annað galdandi.
Hinvegin megnaði KÍ at vinna 2-0 í gjár og vinna seg trygt víðari til annað umfar í Conference League.
Flytingarvindeygað lat aftur í gjár, og verða seinatu flytingarnar - millum annað Magnus Holm Jacobsen til 07 Vestur - umrøddar.
Fótbóltsskýlið verður sent beinleiðis á FM1 fríggjadagar klokkan 16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald