Fótbóltur

Fótbóltsskýlið nærhyggur fyrsta umfar og kappingarárið

Hvørjari støðu eru ymisku feløgini í, og hvar vænta Andrias Eriksen og Áki Johansen størst spenning. Lurta eftir stóru landskappingarupptaktini klokkan 17.15.

Andrias Eriksen, fyrrverandi B36-liðformaðurin verður ein av gestunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Andrias Eriksen, fyrrverandi B36-liðformaðurin verður ein av gestunum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-03-06 13:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú fer bólturin av álvara á rull aftur Meistaradeildin hjá monnum byrjar um vikuskifti. Lagt verður fyri á Argjum, i morgin leygardagin 7. mars, tá B68 vitjar annan uppflytaran.

Dysturin var upprunaliga á skránni í kvøld, men er vegna veður fluttur til í morgin.

Sí eisini: Ársins fyrsti dystur fluttur til leygardagin

Í Fótbóltsskýlinum i dag hita vit sjálvandi upp til 1. umfar, men Trygvi Absalonsen, Andrias Eriksen og Áki Johansen hyggja eisini uppá kappingina sum heild.

Hvat halda teir um tey tíggju liðini, kann eitt meistarastríð væntast, og hvussu tætt verður í botninum?

Slíkt skulu onkur svar koma uppá í FM-rásarúminum í dag. Fótbóltsskýlið byrjar klokkan 17.15.

Hoyr sendingina eftir tíðindini á FM1 klokkan 17. Hon verður endursend klokkan 10 í morgin og eisini løgd út á heimasíðuna og á Portalin.

Lurta eftir FM1 her - ella á vanligu frekvensunum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder