Fótbóltur

Fótbóltsskýlið: Skiftirúmið flytir inn á FM1 seinni í dag

Heðin Arge og John Andersen fara saman við Trygva Absalonsen at hyggja fram til kappingarárið, umframt tippa og gita ymiskt. Sendingin byrjar klokkan 17.15.

Heðin Arge og John Andersen í Skiftirúminum (Skiggjamynd: Televarpið)

Heðin Arge og John Andersen í Skiftirúminum (Skiggjamynd: Televarpið)

2026-02-20 10:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir eru javnan at síggja og hoyra í Televarpinum, meðan fótbólturin er í gongd, og soleiðis verður eisini í ár.

Umframt at samskipa, siga frá og meta um, hava Heðin Arge og John Andersen sendingina Skiftirúmið.

Nú flytir tað, saman við skemtiligu og fótbóltseldhugaðu monnunum úr Klaksvík og Saltangará, inn í útvarpsstovuna hjá FM1 eina løtu.

Sí eisini: Liðini eru betri fyrireikaði og betri fyri nú

Hetta verður í aðrari utgávuni av Fótbóltsskýlinum í 2026. Hon byrjar klokkan 17.15 í dag.

Trygvi Absalonsen reikar fyri, og hevur hann fleiri spurningar til Heðin og John.

Lurta eftir FM1 her

Sendingin verður eisini endursend í morgin, leygardagin klokkan 10.00, og sunnudagin klokkan 14.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder