Fótbóltur

Fótbólturin fer ígongd aftur mánadagin

FSF er nú komin við síni koronavegleiðing. Í fyrstu atløgu eru tað bert tær ovastu deildirnar, sum fara ígongd.

Bert ein dystur av týdningi er avgreiddur í ár - stórsteypadysturin millum meistararnar og steypavinnararnar í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bert ein dystur av týdningi er avgreiddur í ár - stórsteypadysturin millum meistararnar og steypavinnararnar í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-04-17 18:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frá mánadegnum kunnu tey fótbóltsfeløg, ið spæla í Betri Deildini hjá monnum, Betri Deildini hjá kvinnum og í 1. deild hjá monnum byrja aftur at venja við samlaðum hópum. Tað boðar Fótbóltssambandið frá í boðum til feløgini í dag.

FSF hevur saman við Koronaráðgevingini orðað eitt tilmæli, ið snýr seg um, hvussu venjingar og dystir hjá liðum, sum spæla í Betri Deildini hjá monnum, Betri Deildini hjá kvinnum, og í 1. deild hjá monnum, skulu avgreiðast.

Eftir ætlan byrjar landskappingin í Betri Deildini hjá monnum leygardagin 9. mai, og í fyrstu atløgu skulu allir dystir spælast uttan áskoðarar. “Uttan áskoðarar” merkir, at eingir áskoðarar hava loyvi at verða á økjum, har ein vanliga skal hava atgongumerki til.

Vegleiðingin er bert galdandi fyri vaksin. Í løtuni verður arbeitt við at gera eina vegleiðing, sum er ætlað til venjingar og dystir hjá børnum og ungum. Miðað verður eftir, at yngru liðini kunnu byrja sínar venjingar frá mánadegnum 4. mai, skrivar FSF.

Koronavegleiðingin hjá FSF kann lesast her 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder