Í sínum fyrsta ári sum høvuðsvenjari í vaksnamannafótbólti flutti hann sannførandi upp við FC Suðuroy. Hetta var í 2023, og eisini í 2024 gjørdu Pól Thorsteinsson og FC Suðuroy bart - við uppflyting úr 1. deild.
Í fjør var liðið úr sunnaru hálvu úr Suðuroynni nær við at halda sær uppi í fyrstu royndini í fremstu deildini síðani 2015. Bert málmunur skiltu 07 Vestur og FC Suðuroy, og síðstnevnda flutti niður í 1. deild.
Summir lyklaspælarar eru farnir víðari, meðan aðrir - sum Salmundur Bech og Dánjal Godtfred - halda fram. Nú er endaliga greitt, at høvuðsvenjarin seinastu árini ikki heldur fram í FC Suðuroy.
Hevur áður vunnið við NSÍ
NSÍ hevur í kvøld kunngjørt, at Pól Thorsteinsson verður hjálparvenjari hjá besta mansliði felagsins. Harvið skal hann hjálpa íslendinginum Sigurður Ragnar Eyjólfsson (Siggi Raggi), sum er nýggjur í føroyskum fótbólti.
Les eisini: NSÍ sett íslendskan høvuðsvenjara
Hetta er ikki fyrstu ferð, at 53-ára gamli vágbingurin hevur skrivað undir við NSÍ. Tilsamans hevur Pól spælt 67 dystir fyri NSÍ, og hann var lyklaspælari við Løkin í 2002, 2006 og í 2007. Í 2002 vann NSÍ Løgmanssteypið, og í 2007 kom fyrsta, og higartil einasta, meistaraheitið hjá besta mansliði felagsins í hús.
- Pól hevur nú valt at koma norðureftir at royna seg, og vit í NSÍ ynskja honum hjartaliga vælkomnan í felagið aftur. Hesuferð sum partur av venjaratoyminum, skrivar NSÍ á Facebook-síðu sínari.
NSÍ hevur síðani uppflytingina í 2023 miðjað eftir at koma í oddin á føroyskum fótbólti aftur. Eftir eitt 4. pláss (2024) og eitt 3. pláss (2025) er málið í 2026 sjálvandi at koma longur upp.
![]()
Pól Thorsteinsson er í løtuni undir útbúgving sum UEFA A-venjari. Hann hevur seinastu trý árini stjórnað FC Suðuroy og fer nú at royna seg norðanfyri
Mest sannlíkt útlendsk loysn í Vági
At fyrrverandi landsliðsverjuspælarin fer til NSÍ merkir samstundis, at FC Suðuroy skal hava nýggjan venjara til besta liði, nú farið veður undir nýggja tilveru í 1. deild.
Palli Augustinussen var aftur partur av venjaratoyminum í 2025. Einki er kunngjørt enn, men sum skilst verður talan um útlendska høvuðsvenjaraloysn.
Tað ljóðar, at hetta mest sannlíkt er Markus Thorberg. Norðmaðurin leiddi í 2024 grannarnar úr TB til uppflyting úr 1. deild og spældi sjálvur við grannunum hjá FC Suðuroy í 2023 og 2024.
Dagført: 21.39
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald