Fótbóltur

Fræt etandi ør um at tey ikki sluppu inn

"Trøllvaksin fólk standa og oysa gor og gall oman yvir innkrevjarar, sum bara gera sítt arbeiði". Fólk sum komu stutt áðrenn dystarbyrjan í gjár sluppu ikki til dyst í Gundadali. Tað elvdi til onkrar støður við inngongdina.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-02 22:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað vóru nógv fólk í Gundadali til dystin millum B36 og HB seinnapartin í gjár. So nógv, at øll ikki sluppu inn á økið.

Tað fekk summi at gera seg inn á vaktirnar hjá heimaliðnum. Á einum tráði hjá Jákupi Mørk, næstformanni í B36 á Facebookbólkinum “Føroyskt fótbóltskjak”, er nógv kjak um hetta.

- Vit hava roynt at kunnað á sosialum miðlum um, at tað er avmarkað áskoðaraatgongd í Gundadal í hesum korona-tíðum. Eisini hava vit heitt á fólk um at møta í góðari tíð, um tey vilja vera vís í at sleppa inn, skrivar Jákup Mørk.

- Men kortini eru trøllvaksin fólk, ið standa og oysa gor og gall oman yvir innkrevjarar/vaktir, sum bara royna at gera sítt (ólønta) arbeiðið. Fræt etandi ør um, at tey ikki sluppu inn, tá tey eina og aleina kunnu takka sær sjálvum, tí tey komu ikki nóg tíðliga oman í Gundadal, skrivar hann.

Ein annar brúkari, sum sigur seg hava verið vaktur fyri stuttari tíð síðani, hevur upplivað hetta sama.

- Man stendur har og roynir bara at gera sitt (ólønta) arbeiðið, og man verður húðflongdur av vaksnum fólki ti tey ikki kunnu seta seg presis har tey vilja, skrivar brúkarin.

Onkur á tráðnum leggur upp til at B36 átti at skipað fyri netsølu, so øll tey sum møttu upp longu høvdu tryggjað sær atgongd. Hetta kundi eisini gjørt smittusporingina lættari.

Ein annar ger vart við at avmarkingarnar ikki vóru virdar.

- B36 hevði skipað atgongumerkjasøluna væl, og uppmerkt var við tey ymisku økini við “politibandi”, so signalið var ikki at taka feil av. Tað sum eg tó legði til merki var, at nógv, heilt nógv ikki virdu hesa kláru avmarking og gingu “upp um” sum tey høvdu hug, bæði í HB og B36 húsinum, her má meira virðing til av okkum gjaldandi áskoðarum, skrivar ein ónøgdur brúkari.

Útvarpið visti í kvøld, at FSF og koronaráðgevingin um vikuskiftið sendi áminning út til feløgini um at fylgja tilmælunum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder