Annað

Frakland er í finaluni

Frakland vunnu í undirhaldandi hálvfinaluni á Belgia.

Samuel Umtiti skoraði einsamalla málið í dystinum

Samuel Umtiti skoraði einsamalla málið í dystinum

2018-07-10 21:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Frakland er nú ein sigur frá at vinna heimsmeistaraskapið í fóbólti fyri fyrstu ferð síðani 1998, tá Zinedine Zidane, Didier Deschamps, Fabien Barthez og aðrir sigraðu á Brasilia í Fraklandi.

Í kvøld itu stjørnurnar eitt nú Samuel Umtit, Antoine Griezmann og Kylian Mbappe, tá Frakland vann 1-0 á Belgia.

Lagt varð upp til ein spennandi dyst millum tvey sera jøvn lið, og meðan Belgia hevði tað mesta av bóltinum, skapti Frakland fleiri málmøguleikar.

Eftir 21 minuttir mátti franski málmaðurin Hugo Lloris hála eina framúr bjarging út úr ermuni efir hornaspark til Belgia. Bólturin fall til Toby Alderweired, sum vendi sær í brotsteiginum og smekkaði til. Lloris blakað seg í fullari longd og fekk hondina á og bólturin fór út til horna.

Besti málmøguleikin í fyrra hálvleiki fall eftir 40 minuttir, tá Kylian Mbappe sendi flott Pavard avstað. Belgiski málverjin Thibaut Courtois belgiska fekk tó sett fótin væl fyri og liðini fóru til hálvleiks jøvn.

Vinnandi málið kom longu eftir 51 minuttir. Frakland átti hornaspark og har var Samuel Umtiti hægstur og stútaði bóltin í málið til 1-0 til Frakland.

Bæði liðini høvdu nakrar fínar møguleikar, og eftir 93 minuttir átti Girezmann at økt um leiðsluna, tá hann fekk ein góðan møguleika uttanfyri brotsteigin, men skotið var alt ov spakuligt. Í 96. minutti fekk Corentin Tolisso ein risa málmøguleika, men aftur megnaði belgiski málverjin Courtois at verja fyri skotinum.

Fleiri mál komu ikki í dystinum og harvið er Frakland klárt til HM finaluna, um verður spæld sunnudagin.

Hin hálvfinalan verður spæld í morgin, tá Ongland og Kroatia bresta saman.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder