Hondbóltur

Frakland fekk finalupláss eftir longda leiktíð

Tað lá til Svøríki seinastu minuttirnar í vanligu leiktíðini, men á ótrúligan - og helst ólóligan hátt - javnaði Elohim Prandi. Tað verður fyrsta EM-finalan við franskari luttøku í tíggju ár.

Elohim Prandi skoraði fríkast úr stórari fjarstøðu, eftir at klokkan hevði víst 60.00 (Mynd: EPA)

Elohim Prandi skoraði fríkast úr stórari fjarstøðu, eftir at klokkan hevði víst 60.00 (Mynd: EPA)

2024-01-26 18:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrra finaluliðið í EM-endaspælinum í Týsklandi er funnið, og tað vóru fronsku favorittarnir, ið fóru avstað við plássinum. Hetta var tó eftir tógvið stríð móti svium, sum stríddu seg aftur í dystin í seinna hálvleiki. Hann endaði við fríkastið, ið fer at verða nógv umrøtt.

Hetta er fjórði januar á rað, at Svøríki og Frakland hittust í einari hálvfinalu. Tað var 2-1 til sviar í hesum rokniskapinum, og teir í gulum troyggjum byrjaðu eisini betri. Álopsspælið støðgaði tó skjótt upp, og tað fór frá 3-4 til 10-4 uppá beint undir sjey minuttir, har Svøríki als ikki skoraði. Kiel-málverjin Samir Bellachene stóð væl í 1. hálvleiki og hevði eisini góðar treytir.

Tað gjørdist betri fyri Svøríki, tá Felix Claar kom inn og setti ferð á. Franska spælið var tó ov gott og effektivt til, at tað skuldi gerast talan um javnan fyrra hálvleik. Seks mál vóru á muni, tá svar og fraklendingar fóru at hvíla seg í Köln.

Eftir steðgin var søgan ein heilt onnur. Franska flogið tyktiskt burtur, og svenska verjan við Andreas Palicka sum aftasta skansa var stinn. Guillaume Gille hevur skift nógv undir dystunum í endaspælinum, men undrunarvert var, at Dika Mem í hálvfinaluni ikki var á vøllinum í nógvar minuttir í byrjanini av 2. hálvleiki.

Mem og Nedim Remili eru lyklarnir til at fáa franska spælið at koyra, og tað kom ongantíð upp í høgt gir aftur. OL-vinnararnir skoraðu bert fimm mál fyrstu 17 minuttirnar eftir steðgin. Í hinum endanum eydnaðist ikki at fáa tamarhald á serliga Claar, og so manglaðu eisini bjargingar. 

Palicka hevði stórbjargingar fyri Svøríki - millum annað trý brotskøst. Tann síðsta av hesum slagum kom fýra minuttir fyri leiklok. Tá var Svøríki á odda við einum. Síðani eydnaðist at økja eftir langt álop, og tað sá heldur tungt út hjá Fraklandi, sum tó í tveimum førum síðstu minuttirnar fekk minkað um munin til minus 1 við vongskotum. Svøríki hevði bóltin og møguleika at avgera, tá nøkur sekund vóru eftir. Jim Gottfridsson hevði eisini bóltin í málinum, eftir at hann tók sakina í egnar hendur, men royndi spælskiparin gjørdi fýra fet.

[object Object]
Gottfridsson í gjøgnumbroti (Mynd: EPA)

Frakland hevði nøkur fá sekund, Dika Mem varð steðgaður, og fríkast sum møguliga seinasta skotið í dystinum. Tað gjørdist tað tó ikki, hóast Elohim Prandi var langt frá málinum. Bakkurin hjá PSG skýtur hart, og á ótrúligan hátt fekk hann nærum lagt seg, og sent bóltin útum stóra manngarðin og flúgvandi framvið Palicka við undirhondsskoti.

Málið sæst millum annað her

[object Object]
Ikki nógv var ímillum Svøríki og finalupláss, men nógv stóð fyri hjá Prandi (Mynd: EPA)

[object Object]
(Mynd: EPA)

Tað sá tó út sum, at Prandi hevði flutt báðar føturnar nakað og koyrt tær upp frá jørðini, og líka sum við brotskasti er tað ólógligt. Sjónvarpsmyndirnar og stillmyndir benda á, at málið ikki skuldi talt, men dómararnir fóru ikki út at hyggja eftir video. Ístaðin franskur fagnaður og dysturin í longda leiktíð.

Har høvdu teir í bláum sum væntað sinnisliga yvirvágina. Teir spældu meira sannførandi, meðan sviar bert skoraðu eitt mál fyrstu átta minuttirnar. Finaluplássið, ið sá út til at enda hjá Fraklandi leingi, glapp at enda svium úr hendi, og harvið kunnu teir ikki longur verja evropameistaraheitið. Frakland skal sunnduagin spæla sína fyrstu EM-finalu síðani hana í Danmark í 2014. Um Danmark ella Týskland verður mótsstøðuliðið, fáa vit svar uppá seinni í kvøld.

EM-hálvfinalur
Fríggjadagin 26.01 - Köln
Frakland - Svøríki 34-30 eftir longda leiktíð - 27-27 eftir vanliga (17-11)

Sí hagtøl her

19.30: Týskland - Danmark

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder