Tað varð væntað, at talan fór at vera um ein heldur læstan dyst í Nishny Novgorod í dag, tá Uruguay og Frakland hittust í fystu kvartfinaluni. Bæði liðini eru vælskipaði, og serliga Uruguay, við Diego Godin og Jose Maria Gumenez í miðverjuni, hevur givið sera lítið burtur í hesum endaspælinum.
Fraklendingar vóru omaná, og vunnu ein fult uppibornan 2-0 sigur á Suarez og co. Eingin Edinson Cavani var á vøllinum fyri Uruguay í dag. Tvímálsskjúttin og metchvinnarin frá áttandapartsfinaluni ímóti Portugal var skaddur, og hetta hevði týðiliga ávirkan á spælið hjá suðuramerikanka liðnum.
Frakland setti seg skjótt á dystin, og spældi til tíðir sera væl. Tó skaptu fraklendingar ikki so nógvar opnar málmøguleikar. Leiðslumálið kom fimm minuttir fyri hálvleik. Antoine Griezmann legði eitt gott innlegg úr høgru, og Raphael Varane gjørdi eina sera góða renning, og stútaði bóltin væl niður í málhornið. Tá ein tími var leiktur, avgjørdi Griezmann dystin, við hjálp frá málverjanum hjá Uruguay. Griezmann royndi seg við skoti uttanfyri brotsteigin, bólturin sveimaði eitt sindur knappliga, og so megnaði Muslera ikki at halda fast í skotinum. Eitt dropp sum kostaði.
Sigurin hjá Fraklandi kom ongantíð í vanda eftir hetta. Urugay megnaði als ikki at skapa vandamiklar støður og møguleikar í 2.hálvleiki. Tó var møguleikin fyri at javna stutt eftir 1-0 málið, tá Hugo Lloris hevði eina klassa bjarging eftir ein frálíkan stútara, og har Diego Godin burdi prikað returbóltin í málið.
Uruguay tapti fyri fyrstu ferð í Russlandi, og er sostatt úti. Frakland er í hálvfinaluni fyri fyrstu ferð síðani 2006, og skal spæla ímóti Brasilia ella Belgia. Hesi bæði liðini bresta saman kl.19.00.
Uruguay - Frakland 0-2(0-1)
40.min 0-1 Raphael Varane
61.min 0-2 Antoine Griezmann
Annað
Frakland víðari til hálvfinaluna í sannførandi stíli
Uruguay uttan Cavani megnaði ikki at gera tað stóra ímóti fraklendingunum í Nishny Novgorod í dag.
Frakland vann 2-0 í Nishny Novgorod, og skal spæla hálvfinalu týskvøldið (Mynd: EPA)
2018-07-06 17:03
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald