Fýra dystir í 5. umfari í Betrideildini hjá monnum vórðu spældir í dag, og sum væntað gjørdist talan um ein alt annað enn óáhugaverdan dag.
HB vann uppgerðina millum arvafíggindarnar í Gundadali, og av tí at B36 tapti við Løkin í kvøld, so er HB í løtuni fyrsti avbjóðari hjá Víkingi. Liðið úr Eysturkommunu sigraði móti Skála og hevur framvegis fult stigatal.
NSÍ hevur fyribils vunnið seg undir liðuna á KÍ, sum er nummar fýra.. Tað syrgdi Klæmint Olsen - umframt sterkt liðavrik móti B36 - fyri í kvøld. 07 Vestur kann fara frammum bæði NSÍ og KÍ við sigri á Toftum í morgin.
Skála hevur nú spælt tríggjar dystir á rað móti ovaru liðunum. Aftur í dag var bert eitt mál á muni. Liðið er nú á 8. plási: EB/Streymur vann seg frammum við 5-0 sigri á ÍF, ið fekk tveir mans riknar av vølli beint fyri steðgin. Eins og hjá B36 og KÍ, gjørdist talan um ein ógvuliga tungan dag hjá botnliðnum.
Betrideildin 5. umfar
Í dag, sunnudagin 14.04
NSÍ - B36 1-0 (0-0)
57' Klæmint Andrasson Olsen (Jasper van der Heyden) 1-0
Reytt kort: Símun Sólheim (B36 - 61')
Sí eisini: Klæmint og NSÍ knógvaðu B36
EB/Streymur - ÍF 5-0 (0-0)
56' Virgar Jónsson (Filip Djordjevic) 1-0
67' Jens Erik Bruhn (Virgar Jónsson) 2-0
78' Virgar Jónsson (Jens Erik Bruhn) 3-0
89' Hannus Esmarsson Eiðisgarð (Filip Djordjevic) 4-0
94 (+4)' Filip Djordjevic (Bergur Poulsen) 5-0
Reyð kort: Bogi Reinert-Petersen og Kasper Sommerstedt (ÍF) - í yvirtíðini í 1. hálvleiki
Sí eisini: Stórsigur til EB/Streym móti níggju ÍF-spælarum
Víkingur - Skála 2-1 (0-0)
56' Poul Kallsberg (Jákup Johansen) 1-0
67' Geza David Turi (Jákup Johansen) 2-0
83' Kristian Martin Jacobsen (Djóni Jansson Petersen) 2-1
sí meira á dystir.fo
HB - KÍ 1-0 (0-0)
90' Bartal Wardum (Viljormur Davidsen) 1-0
sí meira á dystir.fo
Myndir: HB fór avstað við øllum
Les eisini: Víkingur og HB renna frá føroyameistarunum
Í morgin, mánadagin 15. apríl
Kl.18.00: B68 - 07 Vestur
Støðan í Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 15 stig
2. HB 12 stig
3. B36 10 stig
4. KÍ 9 stig
5. NSÍ 9 stig
6. 07 Vestur 7 stig *
7. EB/Streymur 4 stig
8. Skála ÍF 3 stig
9. B68 1 stig *
10. ÍF 0 stig
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald