Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum hevur júst spælt sín dyst nummar tvey av trimum í HM-undankappingini, sum er í Baden í Sveis hetta vikuskifti.
Tað sást beinanvegin, at føroyska liðið var sera uppsett. Eftir keðiliga tapið fyri Finnlandi í gjár vísti føroyska liðið av álvara tenn í dag og vann trygt. Serliga verjuparturin hjá føroyska liðnum eydnaðist sera væl. Litaviska liðið megnaði sjálvdan at finna góðar loysnir og gjørdi eisini nógvar feilir, ið Føroyar fingu revsa væl. Viviann Petersen hevði eisini nógvar góðar bjargingar í føroyska málinum, og hon varð vald til dagsins føroyska leikara.
Álopsspælið fleyt rættiliga væl, har bakketan gekk á odda. Súna K. Hansen var aftur eyðsýnd í dag, og seinasta stóra korterið varð hon mansvard. Durita C. Jojic var sera sterk í báðum endum á vøllinum - hon gjørdist topsskjútti í dystinum og var umráðandi í miðverjuni. Kristianna Henneberg Joensen leikti eisini ein sera góðan dyst á vinstra bakki, har hon fleiri ferðir tók sakina í egnar hendur. Talan var tó í stóran mun um eitt frálíkt liðavrik við fáum mistøkum. Tað eydnaðist eisini væl hjá Águsti Jóhanssyni við sínum útskiftingum frá bonkinum og at fáa liðið sett upp væl og rætt.
Føroyska liðið hevði allatíðina leiðsluna. Litava var tó væl við tað mesta av 1. hálvleiki, men stutt fyri hálvleik øktu Føroyar, so at leiðslan kom uppá fýra mál í steðginum. Litava kom illa út til 2. hálvleik, og um miðjan hálvleikin var leiðslan vorðin heili sjey mál.
Tær á litaviska liðnum vóru væl størri og sterkari í miðal, men føroyski leisturin við ágangandi og skjótum álopsspælið og ikki minst ágangandi og hørðum verjuspælið eydnaðist til fulnar. Seinastu løtuna koyrdu Føroyar sigurin róliga heim; fóturin var farin nakað av speedaranum, men sigurin var ongantíð í vanda og Føroyar vunnu 25-21 á risafavorittinum.
Teir føroysku áskoðarnir, ið vóru til staðar í Baden, hoydust sera væl. Teir stuðlaðu sínum kvinnum ógvuliga væl, og kundu fegnast saman við teimum eftir seinasta bríksl.
Seinni í kvøld spæla Finnland og Sveis. Í morgin er uppgávan hjá Føroyum sveisisku vertirnir, og tá er møguleiki at spæla seg víðari, um Føroyar vinna dystin. Tann dysturin byrjar klokkan 14.00 føroyska tíð.
Føroyar - Litava 25-21 (15-11)
Føroyskir málskjúttar:
Durita Christophersen Jojic 6, Súna K. Hansen 4, Kristianna H. Joensen 4, Ninna Johansen, Bára K. Hansen 2, Turið Arge Samuelsen 2, Pernille Brandenburg 1, Marianna G. Eystberg 1, Bjarta O. Johansen 1
Hondbóltur
Frálíkur føroyskur sigur á Litava
Litaviska liðið var stórfavorittur, men føroyska liðið tók fullkomiliga broddin av teimum; serliga við góðum verjuspælið.
Føroyingarnir í Baden kundu fegnast eftir dystin (Mynd: HSF)
2018-12-01 17:05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald