Oyggjaleikir 2019

Frálíkur fyrrapartur hjá frælsum ítrótti

Tríggir av seks íðkarum sum hava runnið í morgun, vunnu seg víðari í kappingini.

Elisabet Holm Simonsen (Mynd: Sverri Egholm)

Elisabet Holm Simonsen (Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-07 12:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrrapartin varð frælsi ítrótturin á oyggjaleikunum á Gibraltar skotin í gongd. Hóast sólin var frammi, órógvaði vindurin nakað renningina á spildur nýggja leikvøllinum, Lathbury Sports Complex.

Talan var um innleiðandi kappingar, og fyrst í eldin vóru Elisabet Holm Simonsen og Alda Sigursdóttir Lamhauge í 100 metrum. Tað gekk sum tað skuldi hjá teimum báðum, og báðar endaðu á fjórða plássi og vunnu sær pláss í hálvfinaluni.

[object Object]Alda Sigursdóttir Lamhauge í 100 metrum (Mynd: Sverri Egholm)

Næstir í eldin vóru Tórur Mortensen og Andreas Bjarnastein Antoft sum umboðaðu Føroyar í 200 metrum. Tórur Mortensen tóktiskt ógvuliga tryggur og hugdi óført eftir sínum kappingarneytum tá teir nærkaðust málinum - alt fyri at spara seg. Hann kom á mál sum nummar fýra, og tað gevur honum víðari atgongd.

[object Object]Tórur Mortensen á 200 metrum (Mynd: Sverri Egholm)

Hjá Andreasi gekk ikki líka væl. Hann kom á mál sum nummar seks, og tað eydnaðist honum ikki at vinna seg víðari.

Síðsta kappingin hjá føroyingunum fyrrapart var í 400 metrum hjá kvinnum. Her luttóku Maria Biskopstø og Oddvør Joesphsen. Tær runnu seg báðar til hvør sítt fjórða pláss, og tíðirnar rukku tíverri ikki til nakað pláss í víðari í kappingini.

[object Object]Maria Biskopstø (Mynd: Sverri Egholm)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder