Annað

Framskundaður dystur í Sarpugerði í kvøld

Víkingur tekur ímóti EB/Streymi í fyrsta dystinum í 16.umfar.

EB/Streymur og Víkingur dystast í kvøld í seinasta dystinum undan summarfrítíðini í Betri-deildini
(Mynd: EPA)

EB/Streymur og Víkingur dystast í kvøld í seinasta dystinum undan summarfrítíðini í Betri-deildini (Mynd: EPA)

2018-06-27 15:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er summartíð í Betri-deildini. Nú hava tey liðini, sum ikki skulu spæla evropeiskan fótbólt fingið frí. KÍ og B36 skulu í morgin dystast í Evropa League undanumfarinum. NSÍ skal í eldin í næsta umfarið um tvær vikur.

So er tað Víkingur; Tvífaldi føroyameistarin og føroyska flaggskipið í evropeiskum fótbólti seinastu árini. Liðið úr Eystur Kommunu hevur spælt seg víðari fleiri ferðir. Fyrst í Evropa League: Eina ferð í 2013 og sum tað fyrsta liðið í føroyskari fótbóltssøgu nakrantíð, tvær ferðir í 2014. Í fjør kom Víkingur víðari í fyrsta umfarið í Champions League. Og so vóru tað bert tíggju minuttir frá, at Víkingur kom víðari úr næsta umfarið og sló FH út. 

Í ár skal Vìkingur spæla minst fýra dystir í Evropa. Men áðrenn tað ævintýrið byrjar, skal ein dystur í landskappingini afturat spælast. Dysturin í kvøld er framskundaður orsaka av tætta Evropa-skemanum hjá Víkingi í juli. Upprunaliga skuldu Víkingur og EB/Streymur hittast í Norðagøtu 27.juli, men dysturin er fluttur ein mánað fram.

Sigfríður Clementsen tók yvir fyri uppsagda Maurice Ross fyri einum mánaði síðani. Tað byrjaði við einum 3-0 tapið, men seinastu tríggar dystirnar hava víkingarnir gjørt reint borð. Um Víkingur, sum er favorittur í kvøld, fær trý stig, so er føroyameistarin í topp-fýra fyri fyrstu ferð síðani 9.umfar.

EB/Streymur hevur reist seg nakað, eftir at hava verið í einari torførari gongd. Tað eru nakrir skaðar á liðnum hjá Heðini Askham, men í kvøld eru leikarar aftur frá leikbanni og útbúgvingarørindum. Um EB/Streymur skal gera sær nakra vón at bjóða um plássini í ovaru hálvu, so er ein sigur eitt krav í kvøld. Annars sær tað út sum, at ongamannaland er adressen hjá sundalagsmonnum

Dysturin í Sarpugerði byrjar kl. 19.00 í kvøld. Vit fylgja støðuni á forsíðuni, og hava myndir og samandrátt frá dystinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder