Fótbóltur

Framtíðin hjá Rógva er ivasom

Liðformaðurin hjá EB/Streymi hevur ongan sáttmála til komandi ár. Onnur feløg hava áhuga fyri 26-ára gamla vágamanninum - serliga NSÍ.

Rógvi Egilstoft Nielsen - her í nærdyst við Bárð Olsen hjá AB (Mynd: Jens Kr. Vang)

Rógvi Egilstoft Nielsen - her í nærdyst við Bárð Olsen hjá AB (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-30 09:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur spælt næstan 200 dystir fyri besta liðið hjá EB/Streymi, ið hann kom til í 2013.

Einki er komið uppá pláss viðvíkjandi 2020 hjá Rógva Egilstoft Nielsen, men sum skilst hevur hann fleiri møguleikar. NSÍ hevur sum skilst víst áhuga, men í løtuni eru ikki greiðar ábendingar um, hvar orkuríki leikarin spælir komandi ár.

Rógvi hevur samanlagt spælt 179 dystir í fremstu røð.

Tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder