Annað

Framúr føroysk úrslit í altjóða kapping

Tað bleiv til eitt gull og eitt silvur til føroyskar reiðkvinnur, á Icehorse festival í Herning seinasta vikuskifti.

2023-04-07 11:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta vikuskifti vóru tvær føroyskar reiðkvinnur á stórari altjóða kapping í gonguløgum í jútska búnum Herning. Hetta er størsta altjóða kappingin, har kappast verður innandura, og sum telur við sum WRL kapping, skrivar Ríðisambandið í tíðindaskrivi.

Tað vóru tær báðar Rakel B. Tindskarð og Elin V. Tindskarð sum umboðaðu Føroyar í kappingini. Báðar hava tær nýligani fingið nýggjar hestar og vóru tí sera spentar nú hestarnir skuldi standa sína roynd. Tær hava eisini báðar vant miðvíst til hesa kapping.

Tað gekk eisini framúr væl. Sjálvt um tær kappaðust móti fremstu reiðfókunum úr Noregi, Svøríki, Danmark og Týsklandi, so dottu tær báðar og hestarnir als ikki niðurímillum, heldur tvørturímóti.

Rakel kappaðist í greinini T1 – Young Riders, og tá kappingin var av, stóðu hon og hesturin Silas Wom Forstwald ovast á sigurspallinum við einum gullheiðursmerki. Úrslitið hjá teimum báðum var so gott, at tey enntá sloppu at kappast við í finaluni hjá teimum vaksnu.

Elin V. Tindskarð og hesturin Oskar frá Breiðstøðum, kappaðust í greinini T2 hjá vaksnum. Teirra úrslit var eisini framúr gott. Aftaná at hava vunnu sær pláss í finaluni við at gerast nr. 2 í innleiðandi, so gjørdi tey ikki mætari í A finaluni, enn at fáa nevt sama úrslit í, sum tann ið vann í innleiðandi. Dómaranir skuldi so taka avgerð um, hvør skuldi vinna á degnum, og hendan avgerðin fall so tíverri ikki til fyrimuns fyri Elin og Oskar, sum fingu eitt silvurheiðursmerki.

Elin V. Tindskarð sigur, sambært Ríðisambandinum, at bæði hon og Rakel B. Tindskarð venja miðvíst til HM kappingina, sum verður í Hollandi í summar, og at Icehorse Festival er ein liður í hesum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder