Tvey av liðunum sum eru í botnstríðnum spældu í dag ímóti liðum sum eru í ongamannalandi. Tey bæði liðini í ongamannalandi komu meira í eina millumstøðu í dag. Fyri TB var hetta jaligt - fyri Skála neiligt.
(Eirikur Ellendersen og TB vunnu 2-0 á Eiði - Mynd: Sverri Egholm)
AB megnaði tað, ið ÍF ikki megnaði seinastu vikuskifti: At fáa stig á Skála. Eins og fulgfirðingar, hildu Sorin Anghel og hansara menn fatur í einum javnleiki so at siga allan dystin, meðan skálamenn høvdu bóltin væl meira. Í mun til ÍF eydnaðist tað tó at halda fast, og ikki bara tað: AB fór avstað við øllum.
Skála hevði frammanundan málinum størsta málmøguleikan í dystinum, tá Janus Svabo Samuelsen onkursvegna skeyt uppum, tá hann gjørdist púra friúr í málteignum. Skála skapti annars tó ikki so nógv í dag í einum tomum dysti, har agjamenn arbieddu væl og hart fyri at fáa stig. Í yvirtíðini sló Filip í Liða til uppá eina umstilling, og ungi innskiftarin smekkaði bóltin væl í málið, og so kundu argjamenn fegnast. Bert sigur nummar tvey í ár hjá AB, og hann vísa seg at gerast avgerandi.
(Fróði Benjaminsen og Skála høvdu bóltin meira, men tað førdi ikki til nakað í dag ímóti AB - Mynd: Sverri Egholm)
TB hevur aftur og aftur víst, at liðið er betri, enn tey flestu høvdu roknað við undan kappingarbyrjan. Tvøramenn vunnu, eins og AB, sín fyrsta útidyst í ár. Hetta var á Eiði ímóti EB/Streymi, ið nú bert hevur eitt stig niður til AB. Talan var um dysti, har tað ikki vóru málmøguleikar, men har útiliðið var meira effektivt. Ndende, ið hevur havt eitt sera gott kapingarár, setti fótin á eitt frísparksinnlegg frá John Villi Leo, ið var aftur frá leikbanni.
EB/Streymur søkti at fyri at fáa útjavnandi málið, og hevði eisini bóltin nakað væl meira, hevði nógv hornspørk, men fekk einki burturúr. Ístaðin sló John Villi til miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá hann setti seinasta fótin á eina TB-umstilling. Um nakar ivi var í, um TB var sloppið burtur frá niðurflytingarstríðnum, so burdi hann verið skúgvaður til nú. EB/Streymur er hinvegin kjølfest í niðurflytingarstríðið.
Í morgin hevur ÍF eina sera trupla uppgávu ímóti KÍ - um eina viku hittast AB og ÍF á Argjum.
17.umfar:
Skála - AB (0-1)
90’ Filip í Liða 0-1
EB/Streymur - TB (0-2)
15’ Ndende Adama Guéye 0-1
68’ John Villi Leo 0-2
Víkingur - NSÍ (2-3)
7’ Sølvi Vatnhamar 1-0
35’ Sølvi Vatnhamar 2-0
47’ Peder Nersveen 2-1
77’ Klæmint A. Olsen 2-2
90’ Búi Egilsson 2-3
Les meira um oddadystin her
Í morgin
HB - B36 (18:00)
ÍF - KÍ (19:00)
Støðan í Betrildeildini:
1. NSÍ (35 stig) - 15 dystir
2. Víkingur (35 stig) - 17 dystir
3. B36 (34 stig) - 15 dystir
4. HB (33 stig) - 16 dystir
5. KÍ (32 stig) - 14 dystir
6. Skála (21 stig) - 17 dystir
7. TB (18 stig) - 17 dystir
8. EB/Streymur (9 stig) - 17 dystir
9. AB (8 stig) - 17 dystir
10. ÍF (5 stig) - 16 dystir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald