NSÍ er aftur heilt har frammi eftir fjórða sigurin á rað hjá hjá liðnum í Sarpugerði. Tá liðini fóru til hálvleiks, bendi tó einki á, at hetta fór at henda, tí Víkingur var omaná fyri steðgin, og tað sást, at NSÍ ikki hevði spælt ein dyst í ein mánað. Men við einum frálíkum avriki í 2. hálvleiki tók NSÍ øll stigini og er nú undir liðini á Víkingi á 1. plássi - við tveimum dystum færri. Í Sarpugerði spældu oddaliðini ein sera spenanndi og inntensan fótbóltsdyst
At Sølvi Vatnhamar hevur stóran týdning fyri Víking er vorðið meira týðiligt seinastu átta dagarnar. Fyrst tapti Víkingur uttan Sølva í Gundadali ímóti B36. Hetta kundi eisini hent við Sølva á liðnum, men tað er helst eingin ivi um, at dysturin hevði verið nakað ørvísi, um landsliðleikarin hevði verið tøkur. Brotið í arminum fór væntandi eisini at halda leirvíkinginum úti í dag eisini, men Sølvi var við frá byrjan, og skjótt var hann á máltalvuni.
Vìkingur legði hart út: Spældi við ferð, ágangandi og hóttu NSÍ. Hetta gav skjótt úrslit. NSÍ-verjan fekk ruddað eitt sindur burtur, men við brotsteigarmarkið fekk Sølvi Vatnhamar fatur á bóltinum, og í besta "Sølva-stíli" smekkaði hann bóltin í málið - tað var við uttarsíðu av høgra beininum.
Hjá NSÍ sat Jóhan Troest Davidsen uttanfyri orsakað av leikbanni. Pætur Hentze sat eisini uttanfyri við gipsi á fótinum. Hann fekk tvey brot í hann í Europa League fyri mánaði síðani. Per Langgaard avloysti Troest, og Jann Benjaminsen var í dag vinstri bakkur.
Tá tíggju minuttir restaðu í av fyrra hálvleikim vann vælleikandi høgri bakkurin hjá Vìkingi, Elias Lervig, bóltin í vinstru síðu hjá NSÍ. Elias legði hann flatt inn í brotsteigin, Lawal vísti yvirblikk og leyp uppum bóltin, so at Sølvi Vatnhamar kundi smekka bóltin í málið til 2-0. Eitt flott mál og í høvuðsheitinum gjørdi Vìkingur tingini røtt fyri steðgin.
(Sølvi skoraði tvey sera góð mál, men noyddist út við skaða, ið ikki hevði tilnýti til skaðan í arminum)
Útiliðið hevði eina góða løtu fyri steðgin, har trýst varð lagt á Víking. Hetta helt fram í størri mát, tá liðini komu út aftur eftir steðgin. Nógv vandamikil innlegg vórðu send inn í brotsteigin hjá víkingunum, og serliga vóru tað tvey hornaspørk fyrsta korterið, ið gjørdist vandamikil. Málið til 2-1 kom tó næstan beinanvegin eftir steðgin, og talan var um frálíkt langskot frá norðmanninum Peder Nersveen, ið smekkaði bóltin upp í málhornið úr áleið 25 metrum.
Vìkingur hevði ikki nógv at bjóða uppá frameftir í 2. hálvleiki. Heimaliðið noyddist at hugsavna seg um at verja ímóti ágangandi trýstinum frá NSÍ, ið av øllum alvi royndi at fáa útjanvnandi málið. Í mun til í stórum pørtum av 1. hálvleiki var NSÍ omaná í nærdystunum og spældi við nógvari orku og stórum vilja. Nógvar vandamiklar støður vóru skatpar, og tað var uppiborið, at 2-2 málið kom. Jann legði eitt av sínum sera góðu innskrúaðu innleggunum úr vinstru, innskifti Øssur Dalbúð skallaði uppá tvørs, har Klæmint Andrasson Olsen gjørdi arbeiði liðugt.
Beint frammanundan hesum fór Sølvi út við nýggjum skaða, og hóast bæði liðini høvdu vandamiklar støður, so var tað NSÍ, ið hevði yvirvágina og yvirskotið. Beint sum yvirtíðin byrjaði, kom enn ein høgur bóltur inn í brotsteigin hjá Víkingi. Teir í ljósabláum fingu hann ikki heilt vekk, og so var Búi Egilsson til reiðar og smekkaði bóltin í málið til 3-2. Nakrar minuttir seinni var fagnaðurin á teimum í gulum og svørtum ovurhonds stórur.
Nú er ein annar stórdystur á skránni hjá NSÍ: Um eina viku á heimavølli ímóti HB. Víkingur skal til Klaksvíkar fríggjakvøldið, helst uttan Sølva Vatnhamar, at spæla enn ein oddadyst.
Betrideildin - 17. umfar
04.08, í Sarpugerði
Víkingur - NSÍ 2-3 (2-0)
7’ Sølvi Vatnhamar 1-0
35’ Sølvi Vatnhamar 2-0
47’ Peder Nersveen 2-1
77’ Klæmint A. Olsen 2-2
90’ Búi Egilsson 2-3
Víkingur(4-2-3-1): Elias Rasmussen - Elias Lervig, Vukasin Tomic, Atli Gregersen (L), Hanus Jacobsen - Heðin Hansen (85' Bogi Reinert Petersen), Gunnar Vatnhamar - Dion Splidt, Sølvi Vatnhamar (76' Jákup Vatnhamar Olsen), Filip Djordjevic - Adeshina Lawal (70' Andreas Lava Olsen)
Gult kort: Gunnar Vatnhamar
NSÍ (4-3-3): Tórður Thomsen - Bárður Jógvanson Hansen, Oddur Árnason Højgaard, Per Langgaard, Jann J. Benjaminsen - Jann Martin Mortensen (65' Øssur Dalbúð), Peder Nersveen, Pól Jóhannus Justinussen - Búi Egilsson, Klæmint Andrasson Olsen (L), Petur Knudsen
Gul kort: Tórður Thomsen, Bárður J. Hansen, Petur Knudsen, Búi Egilsson, Oddur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald