Fótbóltur

Framvegis spenningur í fleiri bólkum

Tottenham og Kane vendu dystunum móti PSV og bólkur C er ógvuliga tættur.

Tottenham tryggjaði sær trý sera kærkomin stig í evstu løtu
(Mynd: EPA)

Tottenham tryggjaði sær trý sera kærkomin stig í evstu løtu (Mynd: EPA)

2018-11-06 22:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Helmingurin av liðunum í Champions League eru nú komin framvið helminginum av bólkaspælinum. Átta dystir vórðu leiktir kring Evropa í kvøld, og fleiri spennandi dystir, góð mál og áhugaverd úrslit vóru.

Les eisini: Reyða Stjørna vísti aftur styrki á sínum heimavølli

Í bólki A lønti Atletico Madrid Dortmund ósigurin frá seinast aftur. Hesi bæði liðini liggja væl fyri til at koma víðari. Club Bruggei sett fyrr í kvøld Monaco uppá pláss.

Í bólki B fekk Barcelona javneik í Milano, har bæði málini komu seint í dystinum. Harvið er katalanska felagið so gott sum tryggjað víðari luttøku. Harry Kane skoraði tvær ferðir seinasta korterið á Wembley; harvið vendi Tottenham dystinum, og hevur framvegis møguleika at koma víðari. Í næsta umfarið hittast Inter og Tottenham í London.

Liverpool snávaði í Serbia, og Napoli og PSG spældu aftur 1-1 javnleik. Harvið er bólkur framvegis C sera opin og spennandi. Næstu ferð er brak í París, tá Liverpool er á vitjan. 

Porto gjørdist fyrsta liðið, ið spældi seg víðari til áttandapartsfinalurnar. Schalke fylgir allarhelst eftir úr bólki D.

Bólkur
 A:
Monaco - Club Brugge 0-4 (0-3)
Atletico Madrid - Borussia Dortmund 2-0 (1-0)

Dortmund 9 
Atletico Madrid 9 
Club Brugge 4 
Monaco 1 

Bólkur B: 
Inter  - Barcelona 1-1 (0-0)
Tottenham - PSV Eindhoven
 2-1 (0-1)

Barcelona 10
Inter 7 
Tottenham 4 
PSV 1 

Bólkur C: 
Reyða Stjørna - Liverpool 2-0 (2-0)
Napoli - PSG 1-1 (0-1)

Napoli 6 
Liverpool 6
PSG 5
Reyða Stjørna 4 

Bólkur D 
Porto - Lokomotiv Moskva 4-1(2-0)
Schalke 04 - Galatasaray 2-0 (1-0)

Porto 10
Schalke 04 8
Galatasaray 4
Lokomotiv Moskva 0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder