Tveir teir fyrstu dystirnir í 4. umfari í bólkaspækinum í Champions League eru fyri lítlari løtu síðani lidnir.
Í Beograd var Liverpool, uttan Xherdan Shaqiri á vitjan. Reyða Stjørna fekk javnleik móti Napoli í 1. umfari og enn einaferð argaði serbiska meistaraliðið eitt av stóru liðunum úr einari størri evropeiskari deild.
Les eisini: Shaqiri ikki við vegna politskan ófrið
Bæði málini komu í 1. hálvleiki, heimaliðið fekk bæði, og Milan Pavkov gjørdist tvídaldur málskjútti. Málið til 1-0 kom miðskeiðis í hálvleikinum, tá 24-ára gamli áleyparin stútaði væl framvið Allison eftir horna úr høgru. Nakrar minuttir seinni økti Pavkov við einum frálíkum langskoti.
Liverpool megnaði ikki at svara aftur móti hartarbeiðandi og vælskipaða heimaliðnum, hóast eitt nú Roberto Firmino varð settur inn á vøllin. Úrslitið ger, at tað er púra opið í bólkinum. Í løtuni spæla PSG og Napoli í Suðuritalia, og tann dysturin hevur nógvan týdning í bólki C.
Monaco er í gongd við eitt sera miseyndað kappingarár. Í fronsku deildini er liðið undir niðurflytingarstrikuni, og í Champions Legue skuldi ein sigur til á heimavølli móti Club Brugge í kvøld. Belgiska liðið var tó nógv meira effektivt og vann heili 4-0. Eyðmýkjandi fyri Thierry Henry og hansara menn; Monaco hevur ikki vunnið ein dyst síðani fyrsta dystin í kappingarárinum. Tað var 11.august
Seks dystir eru í gongd nú. Har støðan stendur í klombrum aftanfyri er mál komið eftir eitt korter.
Bólkur A:
Monaco - Club Brugge 0-4 (0-3)
20.00: Atletico Madrid - Borussia Dortmund
Bólkur B (Báðir byrjaðu kl.20.00):
Inter - Barcelona
Tottenham - PSV Eindhoven (0-1)
Bólkur C:
Reyða Stjørna - Liverpool 2-0 (2-0)
20.00: Napoli - PSG
Bólkur D (Báðir byrjaðu kl.20.00):
Porto - Lokomotiv Moskva (1-0)
Schalke 04 - Galatasaray (1-0)
Rættað og uppdaterað 6/11 - kl.20.15
Fótbóltur
Reyða Stjørna vísti aftur styrki á sínum heimavølli
Liverpool fer heim úr Serbia við ongum; niðurtúrurin hjá Monaco og Henry heldur fram.
Stór frøi í serbiska høvuðsstaðnum eftir at Reyða Stjørna basti Liverpool 2-0 (Mynd: EPA)
2018-11-06 20:05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald