Fótbóltur

Fredrikstad á 2. plássi eftir málleysan javnleik

Eydnaðist ikki at koma upp undir liðuna á Bodø/Glimt í gjár - spældi í yvir 70 minuttir í undirtali móti botnliði. Brandur Hendriksson varð skiftur inn og síðani út aftur.

Liðið hjá Mikkjali Thomassen fekk ein mann riknan av vølli tíðliga í dystinum á heimavølli móti Tromsø. Frdrikstad er ósigrað seinastu níggju Eliteseriu-dystirnar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Liðið hjá Mikkjali Thomassen fekk ein mann riknan av vølli tíðliga í dystinum á heimavølli móti Tromsø. Frdrikstad er ósigrað seinastu níggju Eliteseriu-dystirnar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-26 08:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjakvøldið fekk Bodø/Glimt bert javnleik á heimavøll ímóti uppflytarunum KFUM Oslo. Harvið hevði hin uppflytarin í gjár møguleika at koma undir liðuna á oddaliðnum í stigum.

Fredrikstad hevur higartil havt eitt flott kappingarár í fremstu norsku deildini. Liðið hjá Mikkjali Thomassen tapti fyrsta dystin móti meistaranum Bodø/Glimt men hevur ikki tapt síðani. Felagið hevur tikið øll á bóli og er nú ósigrað í níggju dystum. Hetta er greitt eftir málleysa javnleikin í gjár.

Farið varð sjálvandi eftir sigrinum í heimadystinum móti Tromsø, sum í løtuni er botnlið. Fyritreytirnar gjørdust verri longu eftir smáar tjúgu minuttir, tá lyklaspælarin Stian Molde fekk beinleiðis reytt kort. Hann strekti seg eftir einum bólti, og tað endaði við stempling. Fyrst fekk vongbakkurin gult kort, men eftir VAR-kanning, og stillmyndir sum fingu tað at síggja ógvusligari út, fekk Molde reytt kort. Hørð døming sum viðmerkjarar eisini vóru ósamdir í.

Støðan sæst her - umframt viðmerkingar frá Stian Molde

Heimaliðið helt tó nullið og fekk eitt stig. Brandur Hendriksson Olsen kom á vøllin í fyrra hálvleiki og spældi samanalgt 43 minuttir. Skálvíkingurin varð offraður taktiskt, tá fimm minuttir restaðu í av dystinum.

21 stig fyri 10 dystir og 2. pláss í Eliteseriuni er meira enn góðkent higartil hjá Fredrikstad, sum hevur føroyskan høvuðsvenjara og føroyskan fysiskan venjara (Elisabet Vang) Jóannes Bjartalíð er skaddur til íhvussu er summarsteðgin.

Tveir dystir resta í undan hesum steðginum. Tann fyrri er ímóti júst Tromsø - á útivølli mikukvøldið. Síðani er tað á Lerkendal móti Rosenborg næsta vikuskifti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder