Ellivu umfør resta í, í næstbestu norsku deildini og í løtuni liggur føroyingafelagið Fredrikstad til uppflyting. Støðan viðvíkjandni hesum gjørdist nógv betri í vikuskiftinum, tí tey fimm liðini rundanum/undir taptu ella javnaðu øll.
Eitt av teimum var Kristiansund á 6. plássi. Liðið tapti 4-1 í Fredrikstad, har Jóannes Bjartalíð byrjaði málveitsluna longu í 2. minutti við brotssparki. Kristiansund fekk ein mann útvístan tíggju minuttir seinni, javnaði so í 22. minutti men í 2. hálvleiki var eingin ivi.
Fredrikstad var á odda 3-1, tá ein tími var spældur, og fimm minuttir fyri tíð legði Brandur Hendriksson upp til Henrik Johansen, sum skoraði til 4-1. Brandur spældi allan 2. hálvleik, og skálvíkingurin var eyðsýndur.
Liðið hjá Mikkjali Thomassen tapti fyrsta dystin síðsta vikuskift, men reisti seg aftur og legði seg við sigrinum í dag á odda í OBOS-deildini. Tvey tey ovastu liðini flyta beinleiðis upp, og fýra stig eru niður til KFUM Oslo á 3. plássinum.
Brandur Hendriksson spældi ein hálvleik og legði upp í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald