Sigursrøðin hjá Fredrikstad heldur fram. Í gjár vann liðið hjá Mikkjali Thomassen áttanda sigurin á rað í øllum kappingum og tann fimta í fremstu norsku deilini. Hetta var í Oslo móti Lillestrøm.
Útiliðið legði seg á odda 1-0, tá fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Tað var í sjálvari yvirtíðini, at Fredrikstad endaliga avgjørdi: Fyrst var tað Oscar Aga, ið økti til 2-0, og síðani legði Brandur Hendriksson Olsen upp til Sondre Sørlokk.
Skálvíkingurin var komin á vøllin í 68. minutti, og hann spælir sín leiklut í flottu gongdini hjá Fredrikstad. Føroyski høvuðsvenjarin fær sum vera man nógv rós í Noreg, tó at atfinningar hava verið av leikhátti og øðrum.
Mikkjal Thomassen hevur seinasta stóra árið fingið nógv góð úrslit í Noreg (Mynd: FFK)
Tíverri fær Jóannes Bjartalíð ikki spælt ein leiklut í løtuni. Klaksvíkingurin er skaddur restina av fyrru hálvu. Tað eru fýra føroyingar í Fredrikstad - Elisabet Vang er onnur av fysisiku venjarunum í felagnum.
Einki av hinum liðunum í topp-fýra vann í gjár, og tað merkir, at Fredrikstad í løtuni er á 3. plássi og hevur bert tvey stig upp til oddaliðið Bodø/Glimt. Júst Glimt er einasta liðið, ið føroyingafelagið hevur tapt fyri í 2024.
Harvið ógvuliga flott hjá uppflytarunum, sum spæla aftur leygarkvøldið, tá botnliðið Tromsø vitjar.
Topp-fýra í Eliteseriuni í løtuni:
1. Bodø/Glimt 22 stig (9 dystir)
2. Brann 21 stig (10 dystir)
3. Fredrikstad 20 stig (9 dystir)
4. Molde FK 17 stig (10 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald