Leygardagin fer bólturin í fremstu fótbóltsdeildini hjá monnum aftur á rull. Tríggir dystir verða leiktir leygardagin og hinir báðir dystirnir í hesum umfarinum verða leiktir sunnudagin.
Fyrsti dysturin í ár er millum 07 Vestur og Víking á Dungasandi. Tann dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 14.
Uppflytararnir AB, sum hava styrkt seg við einari røð av útlendingum fær vitjan av grannunum úr HB klokkan 15, og meistararnir úr Klaksvík eru á vitjan hjá upplfytarunum á Skála klokkan 17.
Teir báðir dystirnir sunnudagin verða leiktir klokkan 15. B36 tekur ímóyi B68 í Gundadali, meðan vøllurin við Margáir í Streymnesi er karmur um dystin millum EB/Streym og NSÍ.
Síðsta umfar í Betri deildini verður leikt 22. oktober.
Leygardagin 5. mars
07 Vestur - Víkingur (kl. 14)
AB - HB (kl. 15)
Skála - KÍ (kl. 17)
Sunnudagin 6. mars
B36 - B68 (kl. 15)
EB/Streymur - NSÍ (kl. 15)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald