Hondbóltur

Fríkast: Julian Johansen hyggur eftir kappingini higartil

Julian Johansen er gesturin hesaferð í hondbóltssendingini hjá Hondbóltssambandi Føroya.

2018-12-21 15:20 Author image
Ari av Rana

Nú hondbóltskappingin er hálvrunnin, er støðan hjá monnunum sera jøvn. Fýra lið liggja sera jøvn í ovaru helvt av stigatalvini, har einans eitt stig skilir nummar eitt frá nummar fýra.

Neistin er fremst við 18 stigum, meðan Kyndil, H71 og VÍF øll hava 17 stig.

Julian Johansen, sum í nógv ár var venjari hjá Kyndli, er gestur í Fríkast hesaferð. Julian heldur at kappingin hjá bæði monnum og kvinnum hevur hildnast væl, og metir eisini um seinnu helvt av kappingini.