Fyr tveimum og einari hálvari viku síðani vann Russland 26-23 í Nancy, tá Frakland og Russland opnaðu EM-endaspælið. Síðani tá hevur franska liðið ikki tapt og vann á Hollandi í hálvfinaluni. Russiska liðið tapti fyri Svøríki í millumumfarininum, men annars hevur ongin slingur verið í valsinum. Í dag bresta liðini saman í París.
Tað er lagt upp til eina spennandi finalu. Fronsku vertirnir eru lítlir favorittar, men tað verður allarhelst sera javnt í franska høvuðsstaðnum seint seinnapartin.
Russland hevur vunnið HM fýra ferðir í hesari øldini og vann OL í 2016. Hetta hevur alt verið undir leiðslu av eyðkenda venjaranum, Yevgeni Trefilov. Russland hevur tó ongantíð vunnið evropameistaraheiti. Frakland gjørdist í fjør heimsmeistari. í 2016 høvdu fronsku kvinnurnar eisini møguleikan at vinna OL, men har var Russland betri í finaluni. Spurningurin er so, hvør verður omaná í dag.
Dysturin byrjar klokkan 16.30, og kann síggjast á danska TV2. Eitt danskt dómarapar dømir dystin.
Dysturin um triðjaplássið millum Rumenia og Holland er í gongd nú.
Hondbóltur
Fronsku vertirnir og russiska bjørnin bresta saman í finaluni
Liðini leiktu byrjunardystin í EM - nú hittast tey aftur í finaluni.
Frakland og Russland dystast um EM-heiti nú seinnaparin (Mynd: tv2.dk)
2018-12-16 13:42
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald