Fótbóltur

FSF: Aðalfundur nummar 45 verður 18. februar

Upprunaliga skuldi Christian Andreasen lata sessin frá sær til hendan fundin, men forsetin verður sitandi til íhvussu er februar 2024. FSF skrivar, at uppskot til møguligar lógarbroytingar skulu vera Fótbóltssambandinum í hendi ein mánað áðrenn fundin.

Forsetin hjá FSF til síðsta aðalfund (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Forsetin hjá FSF til síðsta aðalfund (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2022-12-09 17:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin 18. februar 2023, klokkan 13, verður árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin í FSF-húsinum í Havn.

Hetta skrivar fsf.fo í dag.

- Hetta er samstundis aðalfundur nummar 45, síðan felagsskapurin varð settur á stovn tann 13. januar í 1979. Sostatt fyllir Fótbóltssamband Føroya 44 ár komandi ár.

Fundurin verður sambært lógum felagsins. Hetta merkir, at uppskot frá limum til aðalfundin skulu verða send skrivstovuni hjá Fótbóltssambandi Føroya skrivliga, við stuttari frágreiðing, í minsta lagi tvær vikur undan aðalfundinum, og skulu verða limunum í hendi í seinasta lagi sjey dagar áðrenn aðalfundin.

Á aðalfundinum kunnu møguleikar broytingar í til dømis kappingareglunum takast upp:

- Uppskot til møguligar lógarbroytingar, herundir møguligar broytingar í kappingarreglunum fyri fótbólt, skulu í øllum førum vera skrivstovu FSF’s í hendi ein mánað áðrenn aðalfundin, og skulu vera limunum í hendi í seinasta lagi sjey dagar áðrenn aðalfundin.'

Upprunaliga skuldi Christian Andreasen stegða sum formaður til aðalfundin í 2023. Hann boðaði í apríl í ár frá hesari ætlanini. Orsøkin var serliga tað, at hann var vorðin formaður í Fólkaflokkinum. Nú er Christian Andreasen ikki longur í politikki, og leggjur hann kortini ikki frá sær. Hann stendur fyri vali aftur í 2024.

Nakrir stavsnevndarlimir standa fyri vali í februar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder