Fótbóltssamband Føroya hevur enn ikki tikið støðu til hvussu tað skal fyrihalda seg, tá forsetaval verður í altjóða fótbóltssamgonguni Fifa komandi ár.
Les eisini: DBU í øðini inn á Fifa
Eftir útmeldingarnar frá danska fótbóltsforsetanum viðvíkjandi Gianni Infantino, bóðu vit Christian F. Andreassen, FSF-forseta um at greina føroysku støðuna hesum viðvíkjandi.
Christian greiðir frá, at FSF saman við hinum norðurlondum hevur stuðlað Infantino.
- Infantino eigur ongan leiklut í avgerðini at leggja HM í Katar, og hann hevur gjøgnumført fleiri reformar, sum vit taka undir við, sigur Christian F. Andreasen úr Katar og heldur fram.
- Nú er freistin farin at stilla upp sum forseti fyri FIFA, so tað er heldur eingin ivi um, at hann verður afturvaldur. Hvørja støðu vit taka á aðalfundinum í mars mugu vit viðgera nærri. Vit koma ikki við nýggjari útmelding fyrr enn støðan er viðgjørd innanhýsis, skrivar Christian F. Andreasen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald