Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt fleiri broytingar í leikskránni í Betri Deildini hjá monnum, og í kappingini um Løgmanssteypið.
Orsøkin til hetta er m.a. broytingar í ferðaætlanini hjá Strandferðsluni, korona og luttøka hjá føroysku liðunum í evropeiskum fótbólti, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuna.
Í kappingini um Løgmanssteypið er avgjørt, at fyrru hálvfinalurnar verða spældar 20. og 21. november, meðan seinni hálvfinalurnar verða á skránni 27. og 28. november. Finalan verður á Tórsvølli leygarkvøldið 4. desember.
Útsetti dysturin í fjórðingsfinaluni millum B71 og HB er settur at verða Inni í Dal á Sandi mikudagin 22. september.
Eisini eru fleiri broytingar í landskappingini. Eftir ætlan skuldi HB og KÍ bresta saman ólavsøkudag, men orsakað av evropeiskari luttøku hjá HB, verður hesin dystur í staðin spældur mikudagin 20. oktober.
Seinasta og næstseinasta umfar í Betri Deildini hjá monnum verða spæld leygardagin 30. og sunnudagin 24. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald