Í nógv ár hevur Fótbóltssamband Føroya skipað fyri B- og A-venjaraskeiðum, men nú verður farið undir eitt nýtt slag.
Fótbóltssamband Føroya skrivar, at fríggjadagin 26. og leygardagin 27. januar skipar Fótbóltssamband Føroya fyri C1-venjaraskeiði í Havn. Talan er um nýtt venjaraskeið, har dentur verður lagdur á at geva nýggjum venjarum, sjálvbodnum, foreldrum og øðrum innleiðandi kunnleika um barna- og ungdómsvenjing.
- Luttakararnir fáa vitan um, hvussu børn mennast, og hvussu hetta kann síggjast aftur í fótbóltsvenjingum. Leikluturin hjá venjarunum verður eyðmerktur, og luttakararnir fáa innlit í, hvussu venjarin kann standa fyri venjingum, og hvussu venjingar kunnu skipast í samsvari við aldur og førleikar hjá spælarunum.Harafturat fáa luttakararnir eisini førleikar at skipa fyri barna- og ungdómsvenjingum, samstundis sum tey læra at standa við venjaraábyrgdini.
Nýggja C1-venjaraskeiðið er 15 tímar, og er sett saman av trimum modulum, sum hvørt er 5 tímar. Tey leggja dent á ávikavist "Leikaran", "Venjing" og "Venjingina". Talan er um eitt slag av byrjanarskeiði, sum man millum annað eisini hevur í Danmark.
Tilmeldingarfreistin til C1-venjaraskeiðið, sum verður 26. og 27. januar, er fríggjadagin 19. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald