Fótbóltur

FSF hevur bjóðað Håkani Ericson nýggjan sáttmála

Hetta váttar hann fyri svenska Aftonbladet. - Tað er sannlíkt, at vit finna semju, sigur 63-ára gamli venjarin. Sambært upplýsingum hjá Portalinum hevur verið tosað um fýra ár afturat.

Sáttmálin hjá A-landsliðsvenjaranum hjá monnum gongur út í desember, men samráðingar eru um nýggjan sáttmála (Mynd: Sverri Egholm)

Sáttmálin hjá A-landsliðsvenjaranum hjá monnum gongur út í desember, men samráðingar eru um nýggjan sáttmála (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-26 15:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Håkan Ericson varð kunngjørdur sum nýggjur føroyskur landsliðsvenjari í desember 2019. Størsta avrikið sum venjari stóð hann fyri á sumri 2015, tá hann stjórnaði svenska U21-landsliðnum til EM-gull.

Håkan Ericson og Fótbóltssamband Føroya gjørdu ein fýra-ára sáttmála, og á ymsan hátt varð ein nýggj kós sett fyri A-landsliðið. Bestu úrslitini higartil eru komin í Nations League, har Føroyar hava vunnið seg upp í Deild C – næstlægstu deildina – og hildið sær har eftir dystir móti liðum, sum eru betri enn Andorra og Malta. Nations League í fjør endaði við 2-1 sigri á Turkalandi á heimavølli, og føroyska liðið tykiskt at vera flutt rætta vegin kropsliga íhvussu er.

Í HM-undankappingini í 2021 og í EM-undankappingini higartil í ár eru einastu stigini komin til høldar móti Moldova (tvær ferðir 1-1 á útivølli og 2-1 sigur á heimavølli) Føroyar hava tó verið væl við í teimum flestu dystunum og hava verið tætt við at fáa “stór stig”: Danmark og Skotland heima og Ísrael úti har eitt mál hevur verið á muni, og mótstøðuliðini hava skorað seint.

Nakað av atfinningum hava, sum verða man, verið um landsliðsvenjaran: Um avrik, avgerð undir dystum og úttøkur. Sumt hevur gott grundalag verið í – sumt ikki ella als ikki. Nøkur heldur ljót tap/avrik hava eisini verið. Nú sáttmálin hjá Håkani Ericson gongur út eftir hesa undankappingin, hevur spurningurin verið reistur nakrar ferðir, um hann og toymi munnu fara at halda fram. Søgur hava eisini gingið um nýggjan sáttmála.

[object Object]
Håkan Ericson, hjálparvenjarin Eli Hentze og málskjúttin Brandur Hendriksson eftir minniliga fyrsta dystin hjá nýggja toyminum. Eingir áskoðarar vóru at fegnast saman við teimum, eftir at skálvíkingurin hevði skorað til 3-2 við beinleiðis frísparki í yvirtíðini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Heimasíðan bolt.fo spurdi beinleiðis landsliðsvenjarin um framtíð hansara og áhugan at halda fram. Hetta var eftir síðsta dystin, sum var móti Albania á Tórsvølli (1-3). Håkan Ericson viðmerkti bert smílandi: “Onga viðmerking”

Fyri miðli í heimlandinum hevur hann tó latið meira upp. Hetta í samband við at Håkan Ericson hevur sett nøkur orð á KÍ – BK H
äcken sum partur av upptaktini hjá stóra svenska Aftonbladet. Í tí partinum, har Håkan Ericson ikki tosar um Champions League-dystin í Klaksvík í kvøld, sigur landsliðsvenjarin soleiðis um sína støðu:

 Jag har blivit erbjuden en förlängning. Det kan nog bli så att vi blir överrens om det, men inget är påskrivet än, säger han.

Tað vil siga: Håkan Ericson hevur fingið bjóðað ein nýggjan sáttmála. Tað eru sum so góð sannlíkindi fyri, at vit finna eina semju, men einki er undirskrivað enn.

[object Object]
Svenski landsliðsvenjarin umhugsar í løtuni framtíðina (Mynd: Sverri Egholm)

Bólturin liggur sostatt á hálvuni hjá Håkani Ericson. Fyribils hevur hann seks dystir eftir sum føroyskur A-landsliðsvenjari, men hetta kann gerast talan um væl longri tíðarskeið.

Sambært nøkrum keldum frá Portalinum hava partarnir tosa um at leingja samstarvið við fýra árum. Tað vil siga, at Håkan Ericson møguliga verður til og við 2027.

Hetta er tó ikki váttað, og tað er helst ikki heilt ósannlíkt, at longdin á nýggja sáttmálanum, sum liggur á borðinum, er tvey ár – eina Nations League og eina undankapping afturat. Sum landsliðsvenjarin sjálvur sigur við svenskar miðlar: Einki er endaliga komið uppá pláss enn.

Føroyska A-landsliðið við monnum er aftast í sínum bólki. Liðið spælir aftur í september. Tá eru uppgávurnar Pólland á útivølli og Moldova á Tórsvølli.

Her ber annars til at lesa, hvussu Håkan Ericson sær uppá KÍ - Häcken. Millum annað heldur landsliðsvenjarin, at tað er umleið 80-20 prosent til svensku meistararnar, men at KÍ hevur gjørt nógv rætt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder