Føroyskur fótbóltur fær nógva umrøðu uttanlands í hesum døgum. Betrideildini hjá monnum fór av bakkastokki tann 9. mai sum tann fyrsta í Evropa eftir koronasteðg. Norska TV2 vísir fleiri dystir á teirra sjónvarpsrásum, umframt at dystirnir kunnu síggjast á ymiskum internetsíðum, sum veddingarfyritøkur varða av. Tað hevur samstundis við sær, at størri áhugi er at vedda um føroyskar dystir. Men tað kann eisini hava nakrar vansar við sær – serliga tá hugsað verður um “match fixing”, ella avtalað spæl, sum tað eitur á føroyskum. skrivar fsf.fo.
Sannlíkindini fyri, at spælarar í føroysku kappingini kunnu fáa áheitanir uttanlands um at ávirka úrslit í dystum, hevur allarhelst ongantíð verið størri enn júst nú.
– Tað er greitt, at tað eru skipaðir brotsmenn, ið standa á odda fyri hesum, og tað kann tí vera sera vandamikið at koma í hóslag við. Men einki dømi er um avtalað spæl í føroyskum fótbólti, og hetta fer vónandi at blíva verandi soleiðis, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya.
Umboð frá FSF hevur í fyrstu atløgu gjørt av at vitja øll feløgini í fremstu deildini hjá monnum og greiða teimum frá, hvørjar avleiðingarnar kunnu verða, um ein spælari gongur við til avtalað spæl. Venjarar, spælarar, hjálparfólk og onnur kring liðini verða í sambandi við vitjanirna kunnaði um, hvat tey hava loyvi til í samband við vedding, og hvat tey ikki hava loyvi til, skrivar Fótbóltssamband Føroya
– Hesin trupulleiki hevur ikki verið í Føroyum, og vit vænta heldur ikki, at hetta ikki verður nakar trupulleiki. Men vit ynskja at vera so væl fyrireikaðir sum tilber, og tað er orsøkin til, at vit eru farin í gongd við at kunna feløg og spælarar um “match fixing”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald