Hósdagin 8. oktober klokkan 17:45 spæla Føroyar og Spania U21 EM-undankappingardyst á Tórsvølli, og vegna korona eru nakrar treytir, ið øll á stadion skulu fylgja.
Inngongd
Áskoðarar brúka inngongd C og D, og tað er av stórum týdningi, at øll halda seg til sítt pláss allan dystin. Harafturat er krav, at øll bera masku/munnbind alla tíðina, meðan tey eru á stadion, og skulu áskoðarar sjálvir útvega sær masku/munnbind.
Fjølmiðlar brúka inngongd A.
Parkering
Víst verður til parkeringsmøguleikarnar við ÍSF-húsið, ítróttarhøllina á Hálsi og við suðurendan á Tórsvølli.
Heitt verður samstundis á øll um at halda frastøðu (minst 1 metur), og um at halda gott reinføri.
– Fótbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald