Fótbóltur

FSF skal hava nýggjan forseta

Christian Andreasen hevur í dag boðað feløgunum fram, at hann ikki heldur fram. Tað skrivar in.fo, ið eisini vísir á, at formansskifti helst fer fram eftir næsta aðalfund.

Christian Andreasen hevur verið forseti í FSF í tólv ár (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Christian Andreasen hevur verið forseti í FSF í tólv ár (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2022-04-21 13:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Christian Fríðbjartur Andreasen hevur síðani 2010 verið forseti í Fótbóltssambandi Føroya, men nú bendir alt á, at ein annar persónur tekur yvir lutfalsliga skjótt.

Heimasíðan in.fo skrivar í dag, at Christian F. Andreasen í skrivi hevur boðað feløgunum frá, at hann ætlar at leggja frá sær sum forseti í Fótbóltssambandinum, men at "hann heldur fram til komandi aðalfund, um feløgini ikki ynskja annað".

Í viðmerking við Kringvarpið á middegi sigur núverandi forsetin, at feløgini nú mugu taka støðu til, um tey vilja hava ein nýggjan forseta skjótt, ella um tey bíða til regluliga aðalfundin næsta ár at velja ein annan.

Aðalfundur Fótbóltssambandsins er vanliga í februar. 

Christian Andreasen er eisini virkin í nevnd hjá UEFA. Hann er løgfrøðingur og politikkari, og fyri beint yvir einum mánaði síðani varð toftamaðurin valdur sum nýggjur formaður fyri Fólkaflokkin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder