Einum fótbóltsfelag tørvar ikki bara spælarar og venjarar, men eisini hugagóðum sjálvbodnum at røkja allar hugsandi uppgávur. Hesi sjálvbodnu eru gerandishetjurnar, sum fáa alt at ganga upp uttanfyri vøllin, skrivar Fótbóltssambandið.
Í videobrotinum omanfyri ber til at síggja og hoyra Rannvá í Løðu, sum virkar sjálvboðin í 07 Vestur, greiða frá, hvussu nógvar ágóðar hetta gevur henni sálarliga.
Sum sjálvboðin fylgir hon ABC boðskapinum um at vera virkin, saman og hugbundin.
Fótbóltssamband Føroya, sum er samstarvspartur í ABC fyri sálarliga heilsu, eiggjar fleiri føroyingum at gera tað sama, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald