Fyrrapartin vandi føroyska landsliðið á Centenary Stadion, beint við Ta' Qali tjóðarleikvøllin, har Malta í gjár vann 2-1 á Føroyum.
Aftaná venjingina fekk FSF Varpið orðið á liðskiparan, Atla Gregersen. Hann segði, at hann ætlar at brúka atfinningarnar, ið komu eftir ósigurin í gjár til motivatión til dystin móti Rumenia. 36-ára gamli miðverjin vísti á, at føroyska liðið fyrr hevur reist seg eftir stór vónbrot.
Kósin verður í morgin sett ímóti Rumenia. Týsdagin 26. mars klokkan 19:45 spæla Rumenia og Føroyar á Dr. Constantin Radulescu leikvøllinum í býnum Cluj
Les eisini: Føroyingarnir sleikja sárini á Malta
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald