Fótbóltur

FSF-Varpið: Gevandi ráðstevna í nógvum regni

Ráðstevnan um barna- og ungdómsfótbólt hevur verið á um vikuskiftið, og sjálvt um veðrið argaði eitt sindur, so fingu luttakararnir nógv burtur úr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-02-27 10:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Umleið 60 barna- og ungdómsvenjarar settu hvør øðrum stevnu um vikuskiftið, tá árliga ráðstevnan hjá Fótbóltssambandi Føroya um barna- og ungdómsfótbólt var á skránni.

Endamálið við ráðstevnuni er at geva luttakarunum íblástur til komandi kappingarár, umframt høvið at hittast og minna hvønn annan á týdningin av arbeiðinum við barna- og ungdómsvenjingum.

Høvuðsnavnið á ráðstevnuni í ár vóru venjarar frá Coerver Coaching, ið bæði høvdu fyrilestrar og skipaðu fyri venjingum á Tórsvølli. Harafturat vóru eisini framløgur og venjingar við føroyskum venjarum.

Eingin ráðstevna var í fjør, orsakað av korona, men í ár hilnaðist betri. Ein av luttakarunum var Jóhan í Króki, ið er ein av ungdómsvenjarunum í B36. FSF Varpið fekk orðið á Jóhan fyrrapartin leygardagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder