Fótbóltur

FSF Varpið: Úrvalsvenjingin í Eysturoynni eisini farin í gongd

Í gjáramorgunin var fyrsta venjing í Norðragøtu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-08-23 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder
Nýggja FSF Úrvalstilboðið, sum Fótbóltssamband Føroya er farið undir, í samstarvi við Glasir í Havn, Miðnám á Kambsdali og Tekniska skúla í Klaksvík, fór av bakkastokki farna týsdag. Allarfyrsta venjingin var á skránni týsmorgunin, tá spælararnir í Havn vandu á Tórsvølli.

Sí eisini: Venjingarnar í Havn farnar í gongd

Hósmorgunin klokkan átta var fyrsta venjingin fyri leikararnir í Norðragøtu, har tað eru næmingar úr Miðnámi á Kambsdali og Tekniska skúla í Klaksvík, sum luttaka. FSF Varpið var á staðnum og fekk orðið á venjaran, Øssur Hansen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder