Tað er vorðið sum styrkur hjá einasta talvfelagnum í Suðuroynni - og samsvarandi missur hjá havnarmonnum.
Suðuroyar Talvfelag, sum bara hevur nøkur fá ár á baki, flutti farna kappingarár upp í 3. deild. Málið í vetur tykist tí vera at flyta upp í 2. deild. Eyðun Nolsøe hevur verið partur av talvfelagnum í Suðuroy síðan tað var stovnað í 2021, og við nýggju telvarunum aftrat honum, hava vit eina manning, ið eigur at kunna gera seg galdandi ikki bara í 2. deild, men eisini í 1. deild. Tí er ikki vist, at hesir tríggir fara at vera fastir menn í øllum dystunum í vetur. Heldur fara teir at telva eftir tørvi.
Sjúrður Thorsteinsson er av Tvøroyri, men hevur í fleiri ár búð og telvað í Havn. Eyðun Nolsøe býr í Suðri, men hevur telvað við klaksvíkingum til hann saman við øðrum stovnaði Suðuroyar Talvfelag. Carl Eli N.Samuelsen er úr Havn, men hevur vunnið FM í liðkappingini við trimum feløgum: Havnar Telvingarfelag, Vestmanna Talvfelag og Sandavágs Talvfelag.
Carl Eli, Eyðun og Sjúrður hava allir verið í fremstu røð í føroyskari telving, og hava eitt nú allir umboðað Føroyar á talvolympisku leikunum.
Hjá Havnar Telvingarfelag er talan um stóran miss, tí Carl Eli og Sjúrður hava verið fastir fúsir á 1. liði hjá Havnini nú í fleiri ár.
Landskappingin í talvi byrjar ætlandi 18. oktober.
Talvsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald