Í 2009 gjørdi ÍSF eina kanning, ið vísti, at sjálvbodnir venjarar og leiðarar í føroysku ítróttarfeløgunum brúka tilsamans 449.682 tímar um árið. Hetta svarar til 265 ársverk, og um roknað verður við, at venjarar, liðleiðarar, formenn/kvinnur og nevndarlimir í føroysku ítróttarfeløgunum skuldu fingið 120 krónur um tíman fyri arbeiðið, hevði teirra innsatsur kostað knappar 54 milliónur krónur.
Hetta vísir greitt, at føroyskur ítróttur byggir á sjálvboðið arbeiði, og at hetta er grundsteinurin og ”bulurin” undir øllum ítróttavirkseminum í Føroyum. Samstundis undirstrikar hetta eisini, at tørvur er á nógvari orku fyri at halda fótbóltinum í gongd, og at tað er tørvur á stórari sjálvbodnari arbeiðsorku fyri at skapa teir karmarnar, ið eru rundan um fótbóltin í Føroyum. Harafturat hoyrist javnan, at fleiri feløg halda tað gerast torførari at fáa sjálvboðin til at átaka sær uppgávur í feløgunum, sigur Fótbóltssamband Føroya.
FSF sigur, at tey ynskja at geva feløgum íblástur til, hvussu mann kann styrkja sjálvbodna arbeiðið úti í feløgunum, og hetta verður gjørt við nøkrum verkstovum, har arbeitt verður við, hvussu vit fáa fleiri sjálvboðin, og hvussu vit fáa tey sjálvboðnu at støðast í felagnum.
Verkstovurnar verða skipaðar saman við Ingerfair, ið er ein donsk fyritøka, sum arbeiðir við at styrkja og menna sjálvbodna arbeiðið. Ingerfair var eisini partur av fótbótlsleiðsluskeiðnum, sum varð hildið í 2021.
Verkstovurnar eru skipaðar yvir eitt hálvt ár, har arbeitt verður við ítøkiligum tilfari til, hvussu mann í hvørjum einstøkum felagi kann skapa enn betur umstøður til tey sjálvbodnu. Millum tey evni, sum arbeitt verður við, eru:
Sjálvboðin í 2023
• Hví bjóða fólk seg fram sum sjálvboðin?
• Hvørji sløg av sjálvbodnum eru?
• Hvussu tryggja vit eitt gott umhvørvi fyri tey sjálvbodnu?
• Hvussu ynskja vit, at okkara felag skal vera?
Hvussu fáa vit fleiri sjálvboðin?
• Hvat gera vit í dag fyri at fáa fleiri sjálvboðin?
• Hvat kunna vit gera øðrvísi fyri at fáa fleiri sjálvboðin?
• Hvussu tryggja vit, at tey, sum eru sjálvboðin í okkara felag, trívast?
• Hvørjar uppgávur mangla vit sjálvboðin til?
Leiðsla av sjálvbodnum
• Hvat er leiðsla, og hvat er ikki leiðsla?
• Er tað øðrvísi at vera leiðari hjá sjálvbodnum?
• Hvussu er tín leiðslustílur
Hvussu varðveita vit tey sjálvbodnu í okkara felag?
• Trivnaður og arbeiðsgleði
• Hvussu taka vit væl ímóti teimum sjálvbodnu?
• Hvussu vera tey sjálvbodnu inndrigin í avgerðir hjá felagnum?
• Hvussu viðurkenna vit tey sjálvbodnu í okkara felag?
• Kunna vit gera nakað øðrvísi fyri at viðurkenna tey sjálvbodnu í okkara felag?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald