
Fyrr í dag vann Füchse Berlin seg á sannførandi hátt í ársins Champions League-finalu.
Hetta var fyrstu ferð í søgu felagsins, og tað verður fyrstu ferð, at ein føroyingur skal spæla finalu í heimsins sterkastu kapping fyri lið. Hákun West av Teigum spældi næstan fullan dyst í hálvfinaluni móti Nantes, og 23-ára gamli høgri vongurin skoraði púra trygt uppá bæði síni skot.
Sí eisini: Hákun West av Teigum skal spæla Champions League-finalu í morgin
Finalan um flotta heiðurin og flotta steypið verður sunnudagin klokkan 17. Nú er greitt, hvørjum týsku meistararnir skulu spæla ímóti.
Ikki óvæntað gjørdist tað ógvuliga tætt millum Barcelona og Magdeburg, sum eru feløgini, ið hava vunnið Champions League seinastu fýra árini (Barcelona tríggjar ferðir og Magdeburg einaferð)
Tað var 18-18 í steðginum í inntensa dystinum, og spenningurin helt sær av álvara til endans. Nakrar bjargingar hjá sveiska Nikola Portner í Magdeburg-málinum og tvey reyð kort gjørdust avgerandi. Barcelona hevði longu fingið sterka verjuspælaran Petrus útvístan, men í álopi í triðseinasta minutti fingu sviarnir Jonathan Carlsbrogaard og Hampus Waane báðir reytt kort ov ógvusligar verjuatgerðir.
Magdeburg tók av. Portner bjargaði seinastu skotroyndini hjá Barca, og síðani spældi Magdeburg gott yvirtalsspæl: Gisli Kristjansson út til Tim Hornke, sum var púra kaædur frá høgra vongi og skoraði sítt sjeynda mál.
31-30 og ein nýggjur Champions League-vinnari skal finnast tíðliga í annaðkvøld. Hákun og teir skulu royna seg móti liðnum, sum var tættasti avbjóðari hjá Füchse í endanum av týska meistarastríðnum.
Finalan í Champions League verður í Lanxess leikhøllini klokkan 17 í morgin. Dysturin sæst á Viaplay, TV3 MAX og DR2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald