
Týska Bundesdeildin í manshondbólti er ógvuliga tøtt í ár, og nú endaspurturin nærkast, fær hvørt umfar størri týdning. Løgin ting kunnu henda her, og í gjár misti oddaliðið eina leiðslu í síðsta sekundi - móti einum liði sum liggur til niðurflyting.
Füchse Berlin hevur havt nógvar dystir síðani landsliðssteðgin í mars, og onkrir skaðar komu mikukvøldið, tá Hákun West av Teigum og teir spældu seg í Champions League-fjórðingsfinaluna.
Sí eisini: Hákun og Füchse eru í fjórðingsfinalunum
Í gjár var tungt á útivølli móti Erlangen. Tað sá tó út til, at Füchse hevði knógvað einum harðvunnum útisigri við millum annað tveimum málum frá Hákuni.
Füchse legði seg á odda 31-30, og Erlangen fekk ikki skorað við næstu tveimum skotunum. Heimaliðið fekk tó eitt tríggjar-metur kast, tá fimm sekund vóru eftir, og í síðsta sekundi høgdi Marek Nissen eitt undirhondsskot avstað, sum júst snýtti Lasse Ludwig. Berlin-málverjen hevði ananrs báðar hendurnar á skotinum. Harvið endaði tað við ógvuliga óvæntaðum 31-31 javnleiki
Stórur fagnaður á teimum hjá heimaliðnum, meðan "revarnir" tóku seg til høvdið. Her varð eitt stig "mist", ið kann kosta dýrt. Hetta merkir, at høvuðsstaðarfelagið framvegis er á 1. plássi, men Melsungen vann í gjár og hevur eisini 40 stig. Eitt stig aftanfyri er Hannover-Burgdorf. Liðið hjá Vilhelmi Poulsen hevur spælt ein dyst færri, so við sigri á einum av niðaru liðunum seinni í dag, kann Hannover-Burgdorf leggja seg á odda í Bundesliguni.
Hæddarpunkt frá dramatiskga dystinum síggjast ovast ella HER. Á 2.45 er tað skotið, sum Hákun brendi í dystinum.
Oddastríðið í Bundesliguni í løtuni:
1. Füchse Berlin 40 stig (Hákun West av Teigum)
2. MT Melsungen 40 stig
---------------------------------------------------------------
3. TSV Hannover-Burgdorf 39 stig (Vilhelm Poulsen) *
4. THW Kiel 36 stig (Elias Ellefsen á Skipagøtu)
5. Flensburg-Handewitt 33 stig (Jóhan á Plógv Hansen) *
* Ein dyst færri - spæla í dag
Bert tvey tey fremstu plássini geva atgongd til Champions League næsta ár. Hetta er 25. umfar av 34.
Eftir tvey tap á rað, kom THW Kiel aftur á sigurskós við 31-25 sigri á heimavølli móti Gummersbach. Elias Ellefsen á Skipagøtu var ikki so nógv við, men skoraði hann eitt - sítt einasta skot - umframt at spælskiparin legði upp til eitt. Hæddarpunkt síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald