
Fulham er í tungum sjógvi í Premier League, og støðan gjørdist ikki betri, eftir at liðið tapti botndystin í Southampton í gjárkvøldið. Liðið er tíggju stig frá bjargingini, og bert tíggju dystir eru eftir at leika. Álvarsliga støðan og ringa gongdin hevur nú fingið avleiðingar fyri Ranieri.
Mitt í november avloysti Claudio Ranieri Slavisa Jokanovic. Fyrrverandi Leicester og Chelsea-venjarin fekk eina góða byrjan í London-felagnum, men í hansara 17 dystum hevur Fulham bert vunnið tríggar av teimum. Í dag fall hamarin, og eigarin hjá Fulham, Shahid Khan, váttaði í dag á heimasíðu felagsins, at samstarvið við Ranieri er av.
Kahn sigur, at eftir prátið við venjaran í dag, var Claudio Ranieri samdur í, at tað rætta var at steðga samstarvinum. Eigarin hjá Fulham slær fast, at venjarin tók tað pent, sum ein "gentleman":
- Tíðin hjá Claudio í Fulham gav ikki tey úrslitini, ið vit roknaðu við og vónaðu, tá eg setti hann í november. Men eg kann vissa um, at hann ikki einsamallur hevur skuldina fyri støðuna, sum vit eru í dag.
Tað er Scott Parker, ið skal loysa Claudio Ranieri. Fyrrverandi landsliðsleikarin endaði sína 20-ára yrkisleið sum leikari hjá Fulham í 2017, og miðvallarin kom aftur til felagið eitt ár seinni og gjørdist partur av venjaratoyminum. Nú skal hann standa á odda og royna at bjarga Fulham. 39-ára gamli Parker triðji høvuðsvenjari hjá felagnum í hesum kappingarárinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald