Fótbóltur

Liverpool í málhýri - sama støða í oddinum

Mané og Van Dijk gjørdust tvífaldir málskjúttar, tá Watford fekk oyruni í maskinuna á Anfield, meðan City avgjørdi sín dyst við brotssparki. Southampton vann umráðandi botndyst.

Virgil Van Dijk og Jurgen Klopp kundu fegnast eftir seinasta bríksl á Anfield í kvøld
(Mynd: EPA)

Virgil Van Dijk og Jurgen Klopp kundu fegnast eftir seinasta bríksl á Anfield í kvøld (Mynd: EPA)

2019-02-27 22:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks dystir í Premier League eru leiktir í kvøld: 

Arsenal - Bournemouth 5-1 (2-1)
Southampton - Fulham 2-0 (2-0)
Chelsea - Tottenham 2-0 (2-0)
Crystal Palace - Manchester United 1-3 (0-1)
Liverpool - Watford 5-0 (2-0)
Manchester City - West Ham 1-0 (0-0)

Liverpool hevur havt ávísar trupulleikar við at skapa dystirnir í seinastuni, og fór í seinastu viku av vøllinum tvær ferðir uttan at skora. Men í kvøld var eingin slingur í valsinum. Saido Mané skoraði tvær ferðir eftir upplegg frá Alexander-Arnold, har tað eina málið var ein frálíka flottur og hegnisligur hælari. 

Watford skoraði fimm ferðir í dystinum móti Cardiff fríggjakvøldið, men í kvøld lat liðið fimm mál inn. Origi, ið fekk møguleikan fyri skadda Firmino, økti til 3-0 miðskeiðis í 2. hálvleiki, og síðani sló Van Dijk til tvær ferðir. Harvið sendi Liverpool eitt ordans signal í stríðnum um meistarheitið. 

Í Manchester kom bert tað eina málið. Hóast stóra leikliga yvirvág og møguleikar til heimaliðið, var tað málleyst í næstan ein tíma. Tá umsetti Sergio Aguero eitt brotsspark til mál, og tryggjaði harvið Manchester City trý týdningarmikil stig. Ein ørvísi sigur enn hjá Liverpool, ið av álvara fekk betra um málúrtøkuna, so munurin millum biðarnar til meistarheiti, nú er seks mál. Tað er framvegis bert eitt stig, ið skilur liðini. Totenham tapti aftur í kvøld, og er so at siga úti av stríðnum. 

Fulham var á vitjan hjá Southampton. Liðini stríðast ein harðan dyst í botninum, og í kvøld var tað Southampton, ið var omaná. Bæði málini komu í 1. hálvleiki. Ranieri og hansara menn hava nú átta stig upp til strikuna, meðan Southampton við sigrinum kom uppum strikuna. 

Støðan: 

Liverpool

 

69 stig

2

Manchester City

 

68 stig

3

Tottenham Hotspur 

 

60 stig

4

Arsenal 

 

56 stig

5

Manchester United

 

55 stig

6

Chelsea *

 

53 stig

7

Watford 

 

40 stig

8

Wolverhampton 

 

40 stig

9

Everton 

 

36 stig

10

West Ham 

 

36 stig

11


Leicester 

 

35 stig

12

AFC Bournemouth

 

34 stig

13

Newcastle 

 

31 stig

14

Crystal Palace 

 

30 stig

15

Burnley 

 

30 stig

16

Brighton & Hove Albion *

 

27 stig

17

Southampton

 

27 stig

18

Cardiff

 

25 stig

19

Fulham 

 

17 stig

20

Huddersfield Town 

 

14 stig

Ein dyst færri






placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder