Fótbóltur

Chelsea - uttan Kepa - sigraði á Tottenham

Liðið hjá Sarri setti grannarnar uppá pláss í 2. hálvleiki, og stríðið um topp-fýra við United og Arsenal, ið eisini vunnu í kvøld, er gróthart.

Lloris og Tottenham máttu lúta, har 2-0 málið var eitt av teimum heilt løgnu
(Mynd: EPA)

Lloris og Tottenham máttu lúta, har 2-0 málið var eitt av teimum heilt løgnu (Mynd: EPA)

2019-02-27 22:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks dystir í Premier League eru leiktir í kvøld: 

Arsenal - Bournemouth 5-1 (2-1)
Southampton - Fulham 2-0 (2-0)
Chelsea - Tottenham 2-0 (2-0)
Crystal Palace - Manchester United 1-3 (0-1)
Liverpool - Watford 5-0 (2-0)
Manchester City - West Ham 1-0 (0-0)


Á Stamford Bridge var lagt upp til stórdyst. Nógv tos hevur verið um Chelsea seinastu tíðina: Stóru tapini, óvissan um venjaran, keypsforboði og seinast hendingina í Carabao Cup-finaluni, har málverjin, Kepa Arrizabalaga noktaði at verða skiftur út undan brotsparkskappignini. Heimsins dýrasti málverji fekk bót fyri hendingina og varð eisini bonkaður til dagsins dyst. 

Frá bonkinum sá Kepa ein ógvuliga javnan 1. hálvleik. Tað var inntenst, sum tað ofta er, tá hesi liðini hittast, og Chelsea var tættari uppá at leggja seg á odda. Hetta eydnaðist í 57. minuttir tá Pedro sneiddi sær inn um ein vejuleikara tætt við baklinjuna og setti bóltin framvið Lloris. 1-0 málið var hegnisligt; 2-0 málið var klossut. Kieran Trippier tyktist at hava tamarhald á støðuni, tá hann hálvt kroystur av einum Chelsea- leikara skuldi keggja aftur til sín málverja. Men hann varnaðist ikki, at Lloris var komin nakað úr málinum, og so hevði høgri bakurin trillað bóltin í egið mál. 

Seinna málið kom seks minuttir fyri tíð. Tottenham hevði einki skot á mál í dystinum, og Chelsea vísti eins í finaluni sunnudagin, at teir í bláum kunnu halda einum stekur mótstøðuliðið frá at skora. Tað endaði 2-0 í London-uppgerðini, og Tottenham tapti annan dystin á rað, og skal nú helst hyggja meira niðureftir enn uppeftir.

Fyrr í kappingarárinum var Tottenham greitt omaná, tá liðini hittust á Wembley,  men hesaferð var Chelsea sterkari og trýstur enn United og Arsenal, ið bæði vunnu í kvøld. Arsenal var sannførandi á heimavølli ímóti Bournemouth og vann heili 5-1. Henrikh Mkhitaryan skoraði eitt og legði upp til tvey, og Mesut Ozil skoraði og legði upp í kvøld. Í triðja dystinum í London í kvøld vann skerda liðið hjá Solskjær á Palace. Lukaku skoraði tvær ferðir, áðrenn heimaliðið fekk spenning í aftur miðskeiðis í 2. hálvleiki, men seinastu løtuna lukkaði United dystin. Sum sæst á stigatalvuni niðanfyri er tað ein ógvuliga harður dystir um Champions League-plássini.

Status quo er heilt uppi í oddinum, eftir at Liverpool og City vunnu sínar dystir í kvøld. Liverpool hálaði tó inn uppá málúrtøkuna. Í Southampton vann heimaliðið umráðandi botnbrakið, er nú omanfyri strikuna, meðan Fulham er í djúpum trupulleikum. 

Støðan: 

Liverpool

 

69 stig

2

Manchester City

 

68 stig

3

Tottenham Hotspur 

 

60 stig

4

Arsenal 

 

56 stig

5

Manchester United

 

55 stig

6

Chelsea *

 

53 stig

7

Watford 

 

40 stig

8

Wolverhampton 

 

40 stig

9

Everton 

 

36 stig

10

West Ham 

 

36 stig

11


Leicester 

 

35 stig

12

AFC Bournemouth

 

34 stig

13

Newcastle 

 

31 stig

14

Crystal Palace 

 

30 stig

15

Burnley 

 

30 stig

16

Brighton & Hove Albion *

 

27 stig

17

Southampton

 

27 stig

18

Cardiff

 

25 stig

19

Fulham 

 

17 stig

20

Huddersfield Town 

 

14 stig

Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder