Nógv meira enn sjálva finaluna sunnudagin, ið City vann eftir brotsparkskapping, hevur støðan við Kepa Arrizbalaga og vantandi útskiftingini verið umtalað.
Spanski málverjin hevði trupulleikar við krampa tvær ferðir í longdu leiktíðini í Carabao Cup finaluni, og eftir at hann lá fyri aðru ferð, gjørdi Chelsea til reiðar at skifta Willy Caballero inn. Men 24-ára gamli málverjin gjørdi greitt, at hann ætlaði sær undir ongum umstøðum út, hóast talið hjá honum kom upp. Kepa veipaði tað til viks, og hóast David Luiz kom yvir og royndi at yvirtala hann at fara út, og fyrst Gianfranco Zola og síðani Maurizio Sarri róptu frá síðulinjuni, hjálpti einki.
Sarri gjørdist í øðini, og hann tyktist at ætla at rýma. Caballero kom ongantíð inn, Kepa bjargaði einum brotssparki, men burdi bjarga einum afturat, og eftir dystin var nógv kjak um støðuna. Tey flestu vóru samd um, at Kepa hevði sýnt venjara sínum og Caballero og hinum liðfeløgunum manglandi virðing, at hann burdi verið farin út, og at hetta skuldi fáa avleiðingar. Millum annað var fyrrverandi liðformaðurin hjá Chelsea, John Terry greiður á Sky Sports.
Italienski venjarin hjá Chelsea er undir stórum trýsti í løtuni, men í viðtalu við Sky eftir dystin segði hann, at talan var um eina stóra misskiljing. Hann hevði greitt fingið at vita, at málverjin ikki kundi halda fram. Sarri hevur síðani tosa við Kepa undir fýra eygum, og talan var sambært venjaranum um eina góða samtalu, har teir fingu reinsa luftina, og fyri hann er málið liðugt, og fokus er nú á komandi dyst.
Kepa segði eisini, at har var ein misskiljing, men hann viðurkennir, at hann handfór støðuna á skeivan hátt. Kepa, ið varð keyptur fyri 71 milliónir pund seinasta summar, hevur biðið Sarri, Caballero og hinum liðfeløgunum um umbering persónliga. Hann hevur tó fingið bót frá felagnum. Talan er um eina vikuløn, ið er áleið 190,000 pund, og sum fer beinleiðis til vælgerandi endamál
Fótbóltur
Kepa fær bót
Heimsins dýrasti málverji hevur biðið Sarri og liðfelagarnar um umbering og skal av við eina vikuløn.
Kepa Arrizabalaga kom veruliga í fokus undir Carabao Cup-finaluni og eftir dystin, tá hann noktaði at verða skiftur út (Mynd: EPA)
2019-02-26 17:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald