Fótbóltur

Fult stigatal á Vágseiði

Eftir at fyrsti triðingurin í kappingini er spældur, hava FC Suðuroy og NSÍ lagt seg á uppflytingarplássini í 2. deild hjá monnum.

Vøllurin á Vágseiði í Vági hevur í ár verið ein tryggur skansi hjá vágbingum (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Vøllurin á Vágseiði í Vági hevur í ár verið ein tryggur skansi hjá vágbingum (Mynd: Hans Erik Danielsen)

2023-05-18 11:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: FC Suðuroy er komið væl frá byrjan í 2. deild hjá monnum. Eftir fyrstu sjey umførini eru Pól Thorsteinsson og hansara menn fremstir við fullum stigatali, meðan NSÍ er á 2. plássi við 18 stigum, trý færri enn vágbingar.

Seinasti sigurin hjá FC Suðuroy kom í hús síðsta leygardag, tá teir sendu Royn av Vágseiði aftur við einum 4-0 tapi í viðførinum. Owusu Andorful skoraði tvey mál, meðan Valerin Iobashvili og Fríði Holm, sum við 9 málum er toppskjútti í deildini, skoraðu hvør sítt.

Og samstundis sum vágbingar vunnu oyggjauppgerðina móti hvalbingum, gav NSÍ einki frá sær, tá AB, ið eisini stríðist um uppflyting, var á vitjan við Løkin í Runavík. Vespurnar vunnu 3-0 við málum frá Pól Jóhannusi Jústinussen, sum skoraði tvær ferðir, og Kára Johannessen.

Úrslit, 7. umfar
FC Suðuroy – Royn 4-0
Víkingur – Skála 4-2
ÍF – 07 Vestur 3-3
KÍ – B36 2-3
FC Hoyvík – MB 1-0
NSÍ – AB 3-0

Undan hesum kappingarárinum tók FSF avgerð um at royna 12 lið í triðbestu deildini hjá monnum. Hetta er ikki roynt áður, men okkurt bendir á, at avgerðin var røtt, tí higartil hevur talan verið um eina góða kapping, við nógvum spennandi dystum.

Stigatalvan og leikskráin síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder