Hondbóltur

Fult umfar hjá kvinnum og monnum

Oddadystur er í SMS-deildini, har VÍF vitjar Kyndil.

VÍF skal royna at fáa tvey stig við úr Havn. Kyndil og VÍF hava bæði 18 stig undan dagsins uppgerð (Mynd: Sverri Egholm)

VÍF skal royna at fáa tvey stig við úr Havn. Kyndil og VÍF hava bæði 18 stig undan dagsins uppgerð (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-15 11:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin verða seks hondbóltsdystir leiktir í fremstu røð kring landið


SMS-deildin: 

Beinleiðis oddadystur verður í høllini á Hálsi. Kyndil og VÍF hava eins nógv stig fyri 11 dystir. VÍF vann, tá Kyndil vitjaði í Vestmanna í oktober, og Kyndil er nú uttan Turið Arge Samuelsen. H71 skal royna á hála inn á 2. plássið í lumpisligari uppgávu í Klaksvík. 

14.00: Kyndil - VÍF
           StÍF - VB

15.00: Stjørnan - H71

Støðan:
1. Kyndil 18 stig 
2. VÍF 18 stig
3. H71 14 stig
4. Neistin 14 stig *
5. Stjørnan 8 stig
6. StÍF 6 stig
7. VB 0 stig

*Ein dyst fleiri - 12 dystir

 

Okkara-deildin:

StÍF, ið koppaði H71 fyri viku síðani, skal royna at leggja seg á 2.plássi. Mótstøðuliðið KÍF hevur tørv á stigum fyri at halda samband við topp-fýra. Í klassikaranum eru eisini umráðandi stig uppá spæl í stríðnum um topp-fýra. Í Klaksvík er tað oddur móti botni.

16.00: StÍF - KÍF
           Kyndil - VÍF

17.00: Team Klaksvík - H71


Støðan: 
1. H71 18 stig (11 dystir)
2. Neistin 16 stig (12 dystir)
3. StÍF 15 stig (11 dystir)
4. VÍF 12 stig (11 dystir)
5. KÍF 9 stig (10 dystir)
6. Kyndil 8 stig (11 dystir)
7. Team Klaksvík 0 stig (11 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder